Ongi úrslit

Føroya elsti unglingi fyllir 80

Elin, Ann, Guðrun, Eirikur og øll okkara
2 tímar síðan

Í 1946 var í Føroyum fólkaatkvøða um loysing, Ísland fekk limaskap í ST, fyrstu føroyingarnir blivu koppsettir fyri tuberklar, orðið “jarntjald” varð nevnt fyri fyrstu ferð – og tann 7. apríl hetta árið varð babba borin í heim.

Tí fyllir pápi okkara, Heðin Mortensen, 80 ár í dag. Hann kom í verðina í Brekkunum í Trongisvági sum tann triði av fýra beiggjum, men hann var bara níggju ára gamal, tá ið tey fluttu til Havnar, og síðani hevur hann verið Havnarmaður við stóra H. Tó skal sigast, at babba gjarna tosaði suðuroyarmál, tá ið hann var saman við ommu og abba, og tað hildu vit børn ljóða bæði stuttligt og kanska eitt sindur undarligt.

Hóast 80 er eitt høgt tal, er tað hjá babba ikki annað enn eitt tal, tí hann er sum ein unglingi – altíð á ferð og tað við nógvari ferð. Alt skal henda her og nú, og hann liggur ongantíð á boðunum. Mong kenna hann sum politikara, ÍSF-forseta og enntá býarkong, men fyri okkum øll er hann “bara” babba, abbi og langabbi…

Ofta verður sagt, at “aftan fyri ein sterkan mann stendur ein sterk kvinna”, og tað passar eisini í hesum føri. Hjørdis, mamma okkara, og babba funnu saman á ungum árum og hava staðið saman sum eitt, og mamma er sum magnetið í familjuni, ið fær alt at hanga saman. Tey bæði riggað øgiliga væl saman, tí tey hava í tí mesta somu áhugamál, og mamma hevur tímað øgiliga væl at verið við, tá ið babba hevur verið ymsastaðni.

Tá ið vit børnini vóru smá, fóru vit ikki av landinum sum so mong onnur, men heldur í summarhús í Leynum. Eisini gjørdu vit onkuntíð sunnudagstúr út á Boðanes, og so plagdu vit at koyra biltúr til Kollafjarðar, har vit fingu hvør sín ís. Onkuntíð fóru vit til Suðuroyar at vitja langommu, so vit eiga mong og góð familjuminni frá barnaárunum.

Vit fýra systkini hava við tíðini lagt aftrat familjuni, so mamma og babba í dag eiga níggju ommu- og abbabørn og sjey langommu- og langabbabørn, umframt at tvey eru á veg. Babba hevur altíð verið lættur í tí og ein modernaður og stuttligur pápi, sum dugir væl at finna uppá. Hesum njóta tey yngru ættarliðini nú eisini gott av.

Ikki minst hava nógvar og góðar løtur verið á trøðni úti í Havnardali, har hønur, dunnur, gæs og seyður eru. Har hava vit sópað og ruddað bøin, givið kríatúrunum og verið uppi í øllum, sum hevur verið at gjørt. Ikki minst hava ungar og smálomb givið nógva gleði, og trøðin hevur verið eitt kærkomið frírúm hjá babba í øllum tí, sum annars hevur upptikið hann í gerandisdegnum.

Á trøðni hava vit lært, hvussu alt skal hagreiðast og fáast til høldar, og tað sama, tá ið grind hevur verið. Babba hevur altíð dugað so væl at víst og fortalt, hvussu alt skal gerast. Eisini hevur hann altíð verið gávumildur, so hann hevur fegin borið teimum okkurt, ið annars einki fingu.

Babba er øgiliga fittur í hondunum og dugir nógv. Hann hevur eisini amboð til alt, so tað er ikki tað ting, hann ikki kann fáa greitt úr hondum. Umframt at vera innløgumaður, dugir hann eisini so sera væl at fáast við allan føroyskan mat, samstundis sum vit hava lært, at einki frá slakti og skurði skal koyrast burtur, men alt brúkast.

Í mong ár hevur hann runnið á rennibreytini hvønn einasta morgun, og eisini hevur hann verið við til hálvmarathon og aðrar kappingar, bæði heima og uttanlands. Heilsan er eittans, og hann hevur gjørt sítt til at halda hana við líka, tí tað krevst, tá ið tú ert so virkin sum hann. Javnan hevur hann eisini stytt sær stundir við at mála málningar, og tá kann hann gott hava staðið ein heilan dag við pensli og lørifti. Eisini har hevur ligið væl fyri.

Hóast babba hevur verið øgiliga virkin og gjarna hevur verið í gongd frá morgni til myrkurs við bæði einum og øðrum, hevur tað ongantíð fingið okkum at følt, at vit komu í aðru røð, tí hann hevur altíð havt stundir og pláss fyri okkum. Tá ið tað hevur snúð seg um okkum og okkara, hevur hann altíð havt tíð.

Samstundis hevur babba dugað øgiliga væl at givið sær stundir til øll, hann hevur møtt, og nærverandi hevur hann steðgað á til eitt prát, so í hansara selskapi hava onnur eisini følt seg sædd. Frætti hann, at onkur fegin vildi hava, at hann til dømis kom í ein føðingardag, so fór hann. Tað sama við øllum jarðarferðunum, tí hann er komin at kenna so øgiliga nógv fólk, og tey vórðu heldur ikki gloymd, tá ið tey fóru.

Góði babba! Vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku, nú tú fert um tey 80 árini, og vit vóna, at vit eru líka frísk og lívsglað sum tú, tá ið vit sjálv gerast so gomul. Vit vilja takka tær fyri alt, tú og mamma hava verið fyri okkum øll, og ynskja tær mong góð ár aftrat!

Elin, Ann, Guðrun, Eirikur og øll okkara

P.S. Rundi dagurin verður hildin við móttøku á Hotel Hafnia fríggjadagin 10. apríl frá klokkan 14 til 18, har øll eru vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39