Ongi úrslit

Fornfrøðiligur útgrevstur á Sondum á Sandi

Útgrevsturin av bakkanum er eitt samstarv millum fornfrøðideildina á Tjóðsavninum og granskarar frá Aarhus Universiteti

Gróthús og verjugarður við bakkan á Sondum á Sandi, mai 2025
Tjóðsavnið/Tíðindaskriv
28. mai kl. 17:03

Havið hóttir fornminnini á Sondum á Sandi. Ytst á sjóvarbakkatromini á Sondum stendur eitt søguligt gróthús. Í bakkanum undir gróthúsinum eru bústaðarleivdir frá miðøld og víkingatíð, sum eru í vanda fyri at máast burtur.

Gróthúsið ytst á bakkanum er nú so hótt, at avgjørt er at taka tað niður og endurreisa tað nakrar metrar longur inni í lendinum. Landsverk og Tjóðsavnið hava í nøkur ár samstarvað um at gera bakkaverjur, har fornminni eru hótt. Í hesum sambandi varð ein fyribils verjugarður bygdur undir søguliga gróthúsinum. Hesin verjugarður er nú við at rapa og má takast niður aftur. Hetta arbeiðið er farið í gongd, so at klárt er at fara undir fornfrøðiliga útgrevsturin í komandi viku.

Í juni verður fornfrøðiligur útgrevstur á Sondum. Útgrevsturin av bakkanum er eitt samstarv millum fornfrøðideildina á Tjóðsavninum og granskarar frá Aarhus Universiteti. Afturat sær hava granskararnir 14 fornfrøðilesandi við sær frá Aarhus Universiteti.

 Búsetingin er áður kannað við smærri royndarútgrevstrum í bakkanum, bæði í 1994 og aftur í 2006–2007, tá C-14 royndir vórðu tiknar. C-14 tíðarfestingar av byggkornum, funnin undir víkingaldar langhúsi, vístu á, at fólk hava vitjað í oyggjunum millum ár 300–500 og millum 500–700, altso minst 300 ár áðrenn norrøna landnámið um ár 800.

Endamálið við útgrevstrinum er at fáa meira vitan um fornminnini á staðnum, áðrenn tey fara í havið. Útgrevsturin kann geva eina betri fatan av fyrstu norrønu búsetingunum í Føroyum og útbreiðsluni í Norðuratlantshavi – kanska eisini av eldri vitjanum áðrenn víkingatíð í oyggjunum.

Í fornfrøðiliga útgrevstrinum verða nýggir náttúruvísindaligir arbeiðshættir og betri tíðfestingarhættir brúktir, sum vónandi geva nýggjar upplýsingar um fyrstu búsetingarnar í Føroyum. Hetta eru hættir, sum Aarhus Universitet hevur granskarar og serstakar starvsstovur til.

Eitt annað týdningarmikið endamál við útgrevstrinum er at skúla fornfrøðilesandi frá Aarhus Universiteti í føroyskari fornfrøði, umframt at geva teimum møguleika at arbeiða í Føroyum saman við starvsfeløgum frá Tjóðsavninum.

Tað er Tjóðsavnið, ið stendur fyri útgrevstrinum á Sondum. Fólkini frá Aarhus Universiteti koma við Norrønu sunnudagin 1. juni. Tað er Smyril Line, ið hevur stuðlað ferðini. Tey steðga í tríggjar vikur.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

Í gjár kl. 20:40

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

49 minuttir síðan

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48