Ongi úrslit

Formula 1: Antonelli vann Grand Prix í Kina

Ungi koyrarin hjá Mercedes vann sítt fyrsta Grand Prix í dag

Vilhelm Clementsen
10 tímar síðan

2 Grand Prix av Formula 1 fór í gongd í morgun kl 7:00 føroyska tíð. Byrjanin var sera dramtisk vegna at heimsmeistarin frá í fjør Lando Norris, og liðfelagði hansara Oscar Piastri sum koyra fyri McLaren, mátt útganga vegna truppuleikar við bilinum.

Fleiri mátti eisini útganga í dag og kappingin endaði við heili 7 mátti fara úr Grand Prixiunum í dag.

Merecdes sum hava góðar vónir fyri kappingina í ár vunnu aftur hesa ferð men tað var hin koyrarin hjá teimum 19 ára gamli Kimi Antonelli, sum fór avstað við sigrinum. Hóast unga aldrin hjá honum, er tað enn Max Verstappen sum hevur metið sum yngsti koyrarin, sum hevur vunnið eitt Grand Prix.

3 teir ovasti í Formula 1 er soleiðis eftur 2 Grand Prixer:

1.George Russel (Mercedes) 51 Stig.

2.Kimi Antonelli (Mercedes) 47 Stig

3.Charles Leclerc (Ferrari) 34 Stig

Støðan í lið kappingini sær soleiðis út:

1.Mercedes 98 Stig

2.Ferrari 67 Stig

3.McLaren 18 Stig

Næsta Grand Prix verður í Japan tann 29 Mars. Kl 6 um morgunin føroyska tíð.

Mest lisið hesa vikuna

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13