Ongi úrslit

Formaðurin fekk álitisváttan frá limunum

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Í morgin, leygardagin, hevur Maskinmeistarafelagið aðalfund. Fundurin hevur eina fasta skrá og eitt av málinum á hesum aðalfundinum er at velja nýggjan formann.

Men tað er longu nu greitt, at verandi formaður, Arnfinn Bech, heldur fram. Hann hevur fingið álitisváttan frá limunum, tí tá ið freistin at stilla upp, var farin, hevði eingin stilla upp ímóti honum, og sostatt heldur hann fram sum formaður hesi næstu trý árini.

Hann varð valdur til formann í 2023, og sostatt hevur hann sitið eitt valskeið.

Men tveir nevndarlimir skulu eisini veljast. teir, sum standa fyri vali, eru Magni G. Joensen og Rógvi K. Hansen og teir hava báðir boðað frá, at teir taka við afturvali. 
Annars kunnu uppskot til nevndarlimir skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30