Ongi úrslit

Frágreiðingin manglar

Visti Haakon, at hon sat við telduna og sendi teldupostar til Epstein?

Jóhanna Højgaard
10. mars kl. 21:25

Klokkan tikkar miskunnarleyst fyri norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, sum fyri yvir einum mánaði síðani lovaði, at hon fór at fortelja alt um hennara samband við kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.

Men síðani hevur tøgnin valdað, og spyrt tú politiska viðmerkjaran hjá Ekstra Blaðnum, Hans Engell, so kann kongshúsið ikki draga tað út nógv longur.

-Tað er púra óskiljandi, at fráboðaði tíðindafundurin blívur við at draga út. Tað er eingin dagfesting sett á, og tíðin gongur bara uttan nakrar upplýsingar.

Tað er ein fjølmiðlastrategi, sum er púra skeiv og gerst meira og meira skaðilig fyri tey, sigur Hans Engell, og heldur fram:

-Jú longri tíð gongur, jú fleiri spurningar stinga seg upp. Hvør visti hvat og hvussu nógv? Visti Haakon, at hon sat við telduna og sendi teldupostar til Epstein?

Eg haldi, at tey hava ringt við at stykkja saman eina samanhangandi forkláring. Um sannleikin er, at Hákon einki visti, so er tað í sjálvum sær ein serstakur kapittul, sigur Engell at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10