FNU mótmælir kirkjubyggingini á Argjum

Náttúruøkið kring Sandá skal hava frið, og neyðugt er at sleppa ætlanunum at byggja nýggja kirkju har, sigur Føroya náttúr- og umhvørvisfelag í dag.

Steinar Patursson
6. desember 2021 kl. 13:58

Føroya náttúru- og umhvørvisfelag meldar segn ú upp í stríðið um nýggju kirkjuna á Argjum, og felagið í áheitan í dag vil felagið mótmæla, at ætlanirnar við kirkjuni halda fram.

Talan er um ætlaðu kirkjuna, ið skal byggjast við Sandá skamt frá Eikini, og sum stríð eisini hevur verið um á Argjum.

Økið, ið kirkjan eftir ætlan skal byggjast á, er frammanundan náttúruøki, og er partur av gøtunetinum niðan í Havnadal, ið nógv nýta. Tí vóru eisini fleiri enn 1300 fólk, ið skrivaðu undir áheitan á Tórshavnar býráð um at varðveita grøna økið fram við Sandá og at finna nýggja staðseting til kirkjuna, sum sjálvandi eisini skal hava tilhoyrandi P-pláss.

Hinvegin eru tey, ið fegin vilja hava nýggja kirkju á Argjum, millum annað tí at gamla kirkjan er ótíðarhóskandi.

Við morgunsendingina hjá Kringvarpinum segði Andrass Holm Arge,næstformaður í kirkjuráðnum á Argjum, at yvirfriðingarnevndin hevur avgjørt, at hvørki staðseting ella útsjóndin á kirkjuni fer at skemma økið, og at umhvørvið annars verður varðveitt.

Hesum er Føroya náttúru- og umhvørvisfelag eftir øllum at døma ikki samt í, og felagið vil hava, at ætlanirnar ikki verða framdar.

- Eitt náttúruøki, sum tað higartil í stóran mun hevur eydnast at varðveita, er økið fram við Sandá. Har hevur tað, við fáum undantøkum, eydnast at halda bygging einar 50 m frá áarbakkanum. Sama kann ikki sigast um aðrar stórar áir í økinum, so sum Havnará ella Rættará, sum fyri stóran part eru illa viðfarnar.

- Men ætlanirnar at byggja kirkju og at gera parkeringsøkið næstan út í ánna eru at meta sum eitt stórt bakkast. Og tí vil FNU staðiliga mæla ímóti, at ætlanirnar verða framdar í verki, sigur Føroya náttúru- og umhvørvisfelag í dag.