Ongi úrslit

Fløskupostur sendur í 2013

Jóhanna Højgaard
8 tímar síðan

Í einum hyli, umleið 20 metrar frá sjóvarmálanum, lá ein lutur sum systrarnar vildu kanna nærri.

Tær skiltu ikki beinanvegin hvat tað var, tí tær sóu bara eina grøna fløsku við onkrum hvítum, sigur mamma teirra, Toril Svarva við Steinkjer24.no

Men so sóu tær at tað var ein fløskupostur sum genturnar høvdu funnið. Fløskan var skolað í land av stórari aldu og enda í hylinum.

Soleiðis byrjaði detektivarbeiðið hjá systrunum, at finna útav hvaðani hesin spennandi postur kom frá.

Rættiliga nógv vatn var komið í fløskuna, og tá tær varliga prikaðu brævið úr fløskuni, máttu tær brúka pinsett at slætta váta papírið út, so tað ikki skrædnaði.

Tá tey at enda kundi lesa tað sum stóð har, vísti tað seg, at boðini á fløsku komu heilt úr Klaksvík í Føroyum – heilar 885 kilometrar burturi frá Beitstad í Trøndelag, har tær báðar búgva.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

Í gjár kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56