Síðani Assad-stjórnin fall við árslok 2024, er kjakið um at senda heim sýrisk flóttafólkum harðnað.
Hóast Mette Frederiksen, forsætisráðharri, heitti á tey um at venda heimaftur tá umstøðurnar loyva tí, hevur reaktiónin millum sýrar í Danmark verið ivasom.
Nýggj tøl frá Útlendinga- og integratiónsmálaráðnum vísa, at 122 fólk við sýriskari bakgrund hava valt at flyta heimaftur, teir fyrstu fimm mánaðirnir í árinum.
Eitt tal, sum fleiri flokkar halda vera alt ov lágt.
Danmarksdemokratarnir hava verið millum tær mest kritisku røddirnar og vilja hava tiltøk sett í verk.
Kristian Bøgsted úr flokkinum undrast á, hví áheitanirnar frá landsstýrinum ikki hava borið meira ávøkstur.
- Tað er vónleyst at tá Mette Frederiksen sigur eitt, so hendir einki, sigur hann og heitir á landsstýrið at skunda undir metingenar, sum avgera nær tað er trygt at senda flóttafólkini heim.
Arbeiða uppá tvingsilsflutning
Spurningurin um sjálvbodna heimflyting til heimlandi, hevur leingi elvt til deildar meiningar.
Grundleggjandi byggir danski tilflytarapolitikkurin á meginregluna um, at flóttafólk skulu heimaftur tá umstøðurnar loyva tí.
Tað eru tó danskir mynduleikar, ikki politikarar, sum meta um, nær støðan í heimlandinum er nóg støðug til at man kan venda heim.
Samstundis er landsstýrið farið at seta fokus á møguleikan fyri tvingsilsflutningi.
Útlendinga- og integratiónsráðharrin, Kaare Dybvad Bek, vísir nøgdsemi við gongdina og sigur
-Tað gevur góða meining hjá nógvum sýrum at venda heim aftur eftir skipanarbroytingina.
Hann er bjartskygdur um, at fleiri hava víst heimflutningsskipanini áhuga, og at talið væntandi fer at vaksa.
Meðan orðaskiftið heldur fram, er støðan í Sýria framvegis óstøðug.
Harðir bardagar í Sweida-landslutinum og ísraelsk loftálop í Damaskus vitna um, at friður framvegis er eitt broytiligt hugtak í økinum.
Og tað letur spurningin um heimflyting liggja í einum politiskum og menniskjaligum gráum øki.