Air India váttar, at eitt flogfar á veg til London, er dottið niður í Ahmedabad. Løgreglan sigur, at tað vóru í minsta lagi 242 fólk umborð.
Sambært flogferðslueftirlitinum á flogvøllinum í Ahmedabad, fór flogfarið avstað klokkan 13.39 lokala tíð og skuldi flúgva til London, Gatwick flogvøllin.
Tað gav út eitt "Mayday" boð stutt eftir fráferð, men síðani kom einki svar aftur frá flogfarinum.
Sambært Reuters vóru 217 vaksin ferðafólk og 11 børn umborð á flogfarinum.
Teirra millum eru 169 indiskir ríkisborgarar, 53 bretar, 1 kanadiskt og 7 portugisisk ferðafólk.
Í umráðinum har tað datt niður, eru uml. 30 deyð funnin, men nógv fleiri eru fangaði inni í bygningum sum flogfarið rakti.
Enn er altso ikki tal komið á hvussu nógv eru deyð.