Ongi úrslit

Fleiri taka lut í Jobmatch enn nakrantíð áður

Starvsstevnan verður týsdagin 30. desember, og royndirnar vísa, at Jobmatch ber ítøkilig úrslit við sær

Jobmatch/Tíðindaskriv
1 tími síðan

Á árligu Jobmatch starvstevuni fara føroyskar fyritøkur, kommunur og almennir stovnar at bjóða seg fram fyri at koma á tal við útisetar og arbeiðsmarknaðin sum heilt. Eftirmetingar frá 2024 vísa, at yvir 100 vitjandi á Jobmatch fingu bjóðað eitt ítøkiligt starv, eina uppgávu ella eitt starvsvenjingarpláss. Hetta svara til umleið 20% av øllum vitjandi, og er nakað hægri enn vanligt. 

Stórsti parturin av teim vitjandi, svarandi til 70%, er millum 20 og 35 ár.  Hetta er galdandi fyri bæði kvinnur og menn.

Í ár luttaka 88 fyritøkur og stovnar á Jobmatch og tað er tað mesta nakrantíð.  Stóra luttakaratalið ber boð um harða kapping á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eftirmetingar vísa eisini, at luttakarar hava stóran áhuga í at koma á tal við útisetar og við fólk undir lestri, eins og við útbúgvin fólk, sum búgva í Føroyum.

Jobmatch verður í ár í Stórhøllini við Tjarnir. «Vit royna nýggjar karmar í ár, tí tiltakið er blivið ov stórt til at rúmast í Norðurlandahúsinum, har vit hava verið í mong ár» sigur Katrin I Gregersen, samskipari. Starvstevnan byrjar týsdagin 30. desember  kl. 12, og til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57