Í fjør var føroyska útlátið av veðurlagsgassum seks prosent minni enn tað var í fyrrárið - og tað hendur samstundis sum at vit hava havt stóran búskaparvøkstur.
Men í ólavsøkurøðu síni í gjár, staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður, at enn er langt á mál og tí skulu fleiri tiltøk setast í verk.
Tí ætlar samgongan at vit skulu hava eina beinleiðis veðurlagslóg, og uppskot um tað verður lagt fyri Løgtingið í heyst.
Endamálið er, at vit skulu hava eitt bindandi mál um at minka útlátið í samsvari við altjóða mál og at seta tey neyðugu tiltøkini í verk fyri at røkka málinum.
Veðurlagsmálini skulu eftirmetast og dagførast fimta hvørt ár, og øll skulu hava javnbjóðis møguleika at vera við í orkuskiftinum.
Tí er eisini ætlanin at stovna eitt fakligt veðurlagsráð, og eitt ungdómsveðurlagsráð, sum skulu ummæla tey ymsu tiltøkini, áðrenn tey verða sett í verk.
Aksel V. Johannesen staðfestir somuleiðis, at tann samhaldsfasta skipanin við Sev, tryggjar øllum føroyingum streym fyri somu prísir, sama hvar í landinum tú býrt.
Kundaskarin er ymiskur, og tí skal Sev eisini hava fleiri prísskipanir.
– Landsstýrið vil, at elprísurin verður lægri, tá ið tað er nógvur vindur og regn, soleiðis at lítil olja verður brúkt. Og hinvegin skal prísurin vera hægri, tá ið nógv olja verður brúkt, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur, at Sev og myndugleikarnir eru eisini farin undir at menna kappingarførar prísskipanir, sum kunnu fáa orkukrevjandi vinnur at skifta frá olju til el.
Tað kemur kanska óvart á nógv, men løgmaður staðfesti eisini, at sólorka hóskar seg sera væl til ta føroysku elskipanina.
Og hóast vit ikki hava eins góðar umstøður og tey sólríku londini, høvdu miðvísar útbyggingar av elframleiðslu úr sólorku gjørt stórt gagn í elskipanini.
Tí eru SEV og myndugleikarnar farin undir at menna prísskipanir, og avgjaldsskipanir, sum skulu tryggja, at tað í størri mun loysir seg hjá vinnu og privatum húsarhaldum at seta sólpanel upp á takið, sigur løgmaður.
– Og sjálvandi skulu allir bygningar hjá landinum leggja um frá dálkandi olju. Við árslok hava vit skift til grøna orkuskipan í umleið 35 bygningum, sigur løgmaður.
Føroyar arbeiða eisini altjóða við at minka útlát og dálking frá skipum, og vit eru við í einari felags umsókn til IMO um at gera havleiðirnar frá Portugal til Grønlands til ECA-øki.
Endamálið er at seta strong krøv um reinari brennievni. Føroyar ætla at ætla at vera við á veðurlagsráðstevnuni, COP 30 í Brasil, har hav, matvøruframleiðsla úr sjónum og tillaging til veðurlagsbroytingar hjá oyggjasamfeløgum verða á skránni. Tættari samstarv við Danmark og Grønland á veðurlagsøkinum er eisini ávegis, sigur løgmaður.