Í gjár var løgreglan víða hvar við lasaranum og mátaði, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Og tað vóru fleiri bilførarar, sum fingu bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.
Eitt, sum bilførarar ofta lata seg lumpa av, er har hámarksferðin á einum strekki er lægri enn tann vanliga.
Til dømis tá ið hámarksferðin á einum strekki í óbygdum øki, har tað vanliga er loyvt at koyra 80, er lækkað niður í 60, ella har hámarksferðin í bygdum øki, har tað vanliga er loyvt at koyra 50, er lækkað niður í 30.
Á slíkum strekkjum fær tann, sum koyrir 16 kilometrar skjótari enn loyvt er, fær klipp í koyrikortið, og tann, sum koyrir 21 kilometrar ov skjótt, missur koyrikortið.
Akkurát hendan reglan kostaði tveimum bilførarum koyrikortið í gjár og ein fekk klipp.
Á einum strekki á Velbastaðvegnum, ímillum býin og Norðasta Horn, er bara loyvt at koyra 60, men har koyrdi ein 80, og fekk klipp í koyrikortið. Koyrdi hann ein kilometur skjótari, misti hann tað. Ein annar, sum koyrdi beint yvir 81, misti koyrikortið.
Í Hoyvík er bara loyvt at koyra 30 á einum stuttum strekki, men har koyrdi ein beint yvir 50, so hann missur eisini koyrikortið.
Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar í Sandoyartunlinum og har varð ein tikin fyri at koyra 110 og tað kostaði eitt klipp í koyrikortið. Men eisini hann lá akkurát á markinum, tí hevði hann koyrt 111, hevði hann mist koyrikortið.
Men í Havn fingu eisini tveir aðrir bilførarar bót og klipp í koyrikortið. Annar fekk tað fyri at hann ikki helt sína treytaleysu víkiskyldu, so at bilarnir, hann annars skuldi halda av fyri, máttu bremsa hart fyri at sleppa undan samanstoyti.
Og ein annar bilførari í Havn fekk eisini bót og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.