Ongi úrslit

Fínt skal tað vera - Frú Hyacinth er deyð

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
3. oktober 2025 kl. 15:05

Sjónleikarinnan Dame Patricia Routledge, sum er best kend fyri sjónvarpssendingina Fínt skal tað vera, er deyð 96 ára gomul, upplýsir umboðsmaður hennara.

- Vit eru sera harmfull um at staðfesta, at Dame Patricia Routledge, sum í morgun doyði friðarliga í svøvni umgyrd av kærleika, sigur umboðsmaður hennara í eini fráboðan.

Dame Patricia spældi tann illgitna snobbuta Hyacinth hjá BBC millum 1990 og 1995, sum fekk heili 13 milliónir hyggjarar.

Hon fekk tvær BAFTA tilnevningar fyri leiklutin í 1992 og 1993.


Sjónleikarinnan varð heiðrað á Buckingham Palace í 2017, og varð gjørd til Dame Commander í bretska ríkinum fyri sínar tænastur til sjónleikarhúsið og vælgerðarstovnar.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43