Ongi úrslit

Fingu klipp í koyrikortið fyri leys børn

Áki Bertholdsen
20. sepember kl. 09:17

Síðani skúlarnir byrjaðu aftur eftir summarferiuna, hevur løgreglan fleiri ferðir verið við skúlar kring landið at kanna ferðsluna um tað mundi um morgunin, tá ið farið verður í skúla.

Í hesum sambandi hyggja tey eftir um fólk koyra hampiliga, um børn sita ú trygdarbelti, og um tey smáu eisini sita á barnasetri. Og tey kanna eisini um børnini sita við taskuni á rygginum, tí so hava tey onga nakkastúttu, skuldi eitt óhapp hent.

Løgreglan sigur, at støðan hevur verið heilt góð og fleiri ferðir hevur einki verið at viðmerkja.

Men tað var tað í gjáramorginin, tá ið løgreglan kannaði ferðsluna við skúlan á Toftum.

Løgreglan sigur, at har fingu tveir bilførarar bót, og klipp í koyrikortið fyri at hava børn í biliunm, uttan at tey sótu í trygdarbelti.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eitt demokrati í kreppu

Í gjár kl. 18:48