Hjarafelagið hevur havt aðalfund og har skuldu eisini nevndarlimur veljast.
Einasta broytingin er, at Ingibjørg Egholm fór frá sum tiltakslimur og í hennara stað varð Tórur Jørgensen valdur.
Annars heldur nevndin fram og sosttatt er hon soleiðis mannað:
· Eyðna Joensen, forkvinna
· Amy Ljósheim, næstforkvinna
· Fríðálvur A. Jensen, skrivari
· Páll Hammer, nevndarlimur
· Jacobina Kristiansen, nevndarlimur
· Tiltakslimir
· Sigga Durhuus
· Tórur Jørgensen
Á fundinum høvdu tey eisini vitjan av Valborg Heinesen, hjartalækna, sum greiddi frá arbeiðnum á Hjartadeildini á Landssjúkrahúsinum.
Tey siga í tíðindaskrivi, at tá ið nýggj samgonga er skipað eftir løgtingsvalið, fara tey at biðja um fund við landsstýrisfólkið í heilsumálum.
Hjartafelagið varð stovnað í 1986 og hevur verið virkið síðani.