Yrkingarsavnið Svørt Orkidé, hjá Vónbjørt Vang, hevur fingið Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins.
Umframt at vera eitt yrkingasavn, er bókin eisini ein myndabók við kollasjum.
Við Iyriskum brotum, essaykendum pørtum, yrkingum, minnisbrotum, dagbókapettum, tilsipingum og sitatum, sigur ein mamma frá sínum royndum at lýsa ein son sum stríðist.
Vit ynskja Vónbjørt hjartaliga til lukku við hesum megnar heiðurinum, skrivar Kim Simonsen á Facebook, har samstundis verður boða frá, at tey nú fara undir at prenta fimta uppleggið av Svørt Orkidé.