Ongi úrslit

Finalistarnir í einmansleiki funnir

Tíðindaskriv
7. apríl kl. 18:54

Kontrast FM í badminton fór av bakkastokki í dag, har finalistarnir í einmansleiki hjá bæði kvinnum og monnum blivu funnir.

Hjá monnunum verður tað ein endurtøka av finaluni í fjør, tá tað aftur nú verða Rúni Øster og Christian Berg Petersen, sum hittast í finaluni. Í hálvfinaluni vann Rúni á einum stórspælandi Jafet Rasmussen, sum hevði settbólt i øðrum setti, men har Rúni vann 23-21 til síðst. Christian vann sína hálvfinalu ímóti Markus Bjarnason rættiliga trygt í tveimum settum. Sostatt skal Rúni veruliga spíla seg út fyri endurvinna føroyameistaraheitið við sigri á Christian.

Í finaluni hjá kvinnum skal Miriam í Grótinum eisini verja FM-heitið, men hesaferð verður tað ímóti Miu Thorkildshøj, sum vann á systrini Sannu í hálvfinaluni við einum trýsettara. Miriam vann á 17 ára gomlu Ranju Joensen úr KBF í hini hálvfinaluni, sum gjørdist ein spennandi tveysettari.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

3 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47