Ongi úrslit

Fiktivar loyndar sjúkuavgerðir

Amboð at steðga sjúklingaviðgerð

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Sum nevnt í skrivi mínum “Ólógligar loyndar sjúkuskráir” dagfest  16.09.2025, vísir danska Patientforeningen á, at ”Funktionellir trupulleikar”, sum loynt notat í sjúkuskráum,  verður brúkt sum ein stopp klossi fyri víðari viðger av sjúklingum.  Sum ein lækni málbar seg um stopp klossan: 

Tað er ein slíkur, har vit á formligum læknamáli siga, at sjúklingurin bara skal útskrivast, ”vi gider ikke”.

Ein annar háttur er, sum eisini verður brúktur sum stopp klossi fyri viðgerðum. 

Her skrivar ein lækni ella sálarfrøðingur eitt notat við yvirskriftini ”Fortroligt – Kun til sundhedsfagligt brug

Ein diagnosa er síðani lýst sum ein (fiktivur) møguleiki, har hann so m.a. eisini eftirlýsir hjálp frá starvsfeløgum, at “handfara” sjúklingin.

Sjúklingurin er ikki kunnaður um skrivið, og tað stendur ikki í sjúklingaskránni, sum sjúklingurin annars hevur atgongd til at síggja á sundhed.dk. 

Gittar ella uppfunnar diagnosur kunnu vera sera óhugnaligur fyri sjúklingin, tí sjúklingurin hevur onga hóming av, hví hann ikki fær viðgerð, ella hví hann fær eina løgna og ólogiska viðgerð.
Slíkar støður verða elvdar av fiktivum diagnosum, niðurfeldar í loynda partin av sjúklingaskránni.

Patientforeningen sigur seg síggja, at slíkar gitar diagnosur verða nýttar í kommunala heilsuverkinum, hóast tær eru avoldaðar og ikki longur galdandi. 

Hetta er ógvuliga tyngjandi fyri teir sjúklingar, sum eru raktir av slíkari loyndari atferð.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

Í gjár kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18