"Drep tín lokala politikara". "Upp við Hamas, upp við Hizbollah."
Ógvusligu slagorðini koma frá norðurírska hip-hop bólkinum, Kneecap. Í videobrotum, sum ganga víða um, á sosialu miðlunum, hoyrast limir í bólkinum, sum heita á, at drepa politikarar og rósa yvirgangsfelagsskapum.
Við støði í harðligu útsøgnunum er hip-hop bólkurin nú undir kanning av bretsku yvirgangsløgregluni.
Enn noktar danski festivalurin Northside, at taka bólkin úr skránni, sum verður 5-7 juni
Liam O'Hanna, sum er 27 ára gamal, er kendur við navninum Mo Chara og er nú skuldsettur fyri at stuðla einum yvirgangsfelagsskapi.
Hann er ákærdur fyri at hava veittra við flaggi til stuðul fyri hernaðarrørsluni, Hizbollaha konsert í London í fjør
Hetta eru sera vandamiklar útsagnir, sum umstríddi hip-hop bólkurin eftir øllum at døma hevur gjørt. Í øllum førum um tú spyrt mentamálaráðharran, Jakob Engel-Schmidt
- Hizbollah og Hamas hava nógv sakleys lív á samvitskuni, hevur hann sagt við SE og HØR.
Tað er for galið, at man kann fáa seg sjálvan at rópa sín stuðul, til slíkar samvitskuleysar organisatiónir - serliga sum tónleikari við einum stórum áhoyrarum av fólki, sum síggja upp til tín. Spyrt tú meg, so eigur ein slíkur listamaður ongantíð at framføra í Danmark, hevur hann sagt við SE og HØR
Fleiri fyriskiparar hava longu valt at avlýsa framførslurnar hjá hip-hopbólkinum, eftir at tað kom fram, at ein av limunum í bólkinum er skuldsettur fyri at hava víst einum yvirgangsfelagsskapi virðing. Í millum annað Týsklandi eru fleiri konsertir avlýstar.