Ongi úrslit

Ferðafólk, sum koma til Føroya í summar, fáa 25% í stuðuli úr landskassanum

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Sum vit áður hava skrivað, ætlar samgongan at gera tað mvg frítt at keypa bensin og diesel í tríggjar mánaðir í summar, til 1. august.

Men tað eru fleiri, sum finnast hvassliga at hesum, eisini Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU.

Tey vísa á, at hesi seinastu átta árini hevur landskassin stuðla fólki, sum keyp elbil. Hetta hevur kostað landskassanum 159 milliónir krónur, ella umleið 20 milliónir krónur um árið.

Úrslitið er, at tað í dag eru 3231 elbilar í Føroyum. Men nú ætlar samgongan at brúka 20 milliónir til at stuðla fólki at keyp dálkandi bensin og diesel í  tríggjar mánaðir, sigur FNU.

– At skifta kós, tá ið mann hevur sett sær eitt mál fyri, bara órógvar, sigur FNU.

At samgongan nú órógvar kósina fram móti grøna orkuskiftinum, er stórt spell  - og ikki minst er tað at tveita hart tjentar skattakrónur burtur, halda tey í FNU. – Heldur enn at seta svørt tiltøk í verk fyri at gera gerandisdagin bíligari, eiga vit at seta grøn tiltøk í verk sum muna betur - og raka rættari.

Hesar tríggjar mánaðirnar, bensin og diesel verður mvg frítt, eru nógv ferðafólk í Føroyum. Skal landskassin brúka milliónir av hart tjentum skattakrónum til at geva ferðafólkum 25 prosent í avsláttri, tá tey fara í Magn ella Effo at keypa dálkandi bensin og diesel, spyrja tey í FNU.

Hjálpir Landið hinvegin fólki at skifta til el-bil, hjálpir tey fólki at minka um sínar útreiðslur til ferðing niður í eina helvt.

– Við at koyra el-bil sparir tú umleið helvitina í útreiðslum til el - heldur enn at koyra við bensin ella diesel. Hetta er tríggjar ferðir meira, enn tann einstaki sparir við at fáa bensin og diesel mvg frítt.

FNU mælir politisku skipanini til at halda seg til grønu leiðina, vit longu hava avgjørt at ganga.

– Setið grøn tiltøk í verk heldur enn svørt, nú tit ætla at gera tað lættari hjá teimum, sum eru illa fyri, sigur FNU.

Og tey siga, at tað eru fleiri grøn tiltøk, sum kunnu setast í verk, og hetta eru tiltøk har fólk spara meiri, og har tey, sum eru ringast fyri, fáa meiri burtur úr.

Ein máti er at geva teimum, sum tjena minst, frítt ferðakort frá Strandferðsluni í tríggjar mánaðir. Upp á hendan mátan kann ein stakur uppihaldari sum býr í Eysturoynni, og koyrir til Havnar hvønn dag til arbeiðis, seta bilin í tríggjar mánaðir og koyra ókeypis við bussinum.

Við hesi grønu loysnini sparir tann einstaki fleiri túsund krónur, sigur FNU.

– Hetta kemur teimum til góðar sum av álvara hava tørv í tí, og hetta eggjar fólki til at brúka almennu ferðsluna - og hetta er ikki ein avsláttur til ferðafólk.

– Við hesum sparir tann einstaki nógv meira og við hesum halda vit fram á grønu kósini.

FNU heldur sostatt ikki, at hetta uppskotið er skynsamt.

Vilja vit gera tað bíligari hjá teimum sum eru illa fyri, kundu vit brúkt 20 milliónir til at latið teimum eitt frítt busskort í tríggjar mánaðir - ella keypt elsúkklur, sum eru ókeypis at brúka.

– Soleiðis halda vit fram á tí grønu kósini, sum vit longu hava brúkt hundraðtals milliónur uppá at fremja - heldur enn at Landið nú broytir kós við at lata avsláttur til dálkandi bensin og diesel, sum eisini kemur vælbjargaðum, og ferðafólkum, til góðar, sigur FNU.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

10 tímar síðan

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00