Felagið Grannalív: Vinaliga umhugsið støðuna av nýggjum

Í samband við, at hoyringsfreistin, viðvíkjandi P-húsinum við Bøkjarabrekku, er við at vera úti, vil felagið "Grannalív" enn eina ferð heita á Tórshavnar kommunu at umhugsa støðuna hesum viðvíkjandi

Felagið Grannalív
14. september 2022 kl. 11:06

Í samband við, at hoyringsfreistin - viðvíkjandi P-húsinum við Bøkjarabrekku - er við at vera úti, vilja vit enn eina ferð heita á tykkum at umhugsa støðuna hesum viðvíkjandi.

Støðan er tann, at Tróndur Sigurðsson legði fram fyri tykkum á býráðsfundi, har hann eftir besta førimuni greidd frá verkætlanini. Tað bleiv millum annað ført fram, at bygningurin er lækkaður 1 hædd í mun til uppskotið sum var frammi fyri einum ári síðani. Hetta er ikki ein sannleiki sum hvørki umsitingin ella Heðin Mortensen kennir til, og hava tit tískil fingið skeivar upplýsingar.

Bygningurin er pressaður út í mark á nær um øllum síðum. Hetta hevur við sær, at allir grannar fara at hava ein múr, sum liggur millum níggju og 14 metrar á markinum. Hetta viðførir, at tað verður eitt sera stórt skuggaland á grannamatriklunum. Vit meta, at tað ikki rætt, at kommunan skal standa á odda við at fremja hesa neyðtøku av grannaognunum. 

Sjálvt um bygningurin er pressaður út í mark, er tað ikki nokk av plássi til parkeringina álíkavæl. Umsitingin velur tískil at strika øll krøv, sum aðrir borgarar annars skulu fylgja. Tað er, at tað skal vera sjey metrar millum tvær rekkjur at p-plássum, í staðin fyri 5,5 metrar, sum lagt verður upp til í hesum føri.   

Tá “Grannalív” var á fundi við Heðin Mortensen og umsitingina tann 20. juli 2022, fingu vit eini sera skelkandi boð um, at tað er kommunan sjálv, sum ynskir at Gullak Madsen skal byggja parkeringshús. Sjálvur vil byggiharrin bert byggja íbúðir. Hesar upplýsingar hava vit enntá fingið váttaðar frá sakføraranum hjá byggiharranum, sum hevur samskifti við ein granna. Somu upplýsingar hava vit fingið frá einum býráðspolitikara, ið hevur tosað við byggiharran. Vit mugu ásanna, at hatta eru sera skelkandi upplýsingar, at kommunan sjálv skal ganga á odda við at oyðileggja okkara hugnaliga miðbý. Gamaní var ein arkitektur í KvF nú eitt kvøldi, ið kallaði hesi hugnaligu sethúsaøkini fyri høsnarhús. Vit meta tó sjálvi, at tað eru hesi “høsnarhús” sum í stóran mun er við til at geva býnum tann hugnaliga dámin, ið enn er í miðbýnum.

Tískil vilja vit enn einaferð heita á tykkum um ikki at atkvøða fyri hesari broytingina av byggisamtyktini, men í staðin lata byggiharran sleppa at byggja íbúðir og halda seg innanfyri verandi byggisamtykt. 

Minnist til, at tað vendist ikki aftur um samtyktin verður framd. Tað er sera skjótt at oyðileggja ein býarpart, har nógvar barnafamiljur búgva.

Vinaliga

Felagið “Grannalív”

Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu.