Ongi úrslit

Fekk heiðurstekin fyri drúgva og trúgva tænastu

Elsa Berg handar Jákupi Simonsen gullheiðurstekin fyri at hava starvast hjá kommununi í 40 ár
Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Jákup Simonsen, hevur nú fingið gullheiðursteknið frá Tórshavnar Býráði fyri drúgva og trúgva tænastu.

Tað eru nevniliga 40 ár síðani, at hann fór í starv í Tórshavnar Býráð.

Hesi seinastu árini hevur Jákup Simonsen starvast á ráðhúsinum, men hann byrjaði sum leiðari á mentamáladeildin í 1985.

Jákup Simonsen er fuglfirðingur, útbúgvin lærari og elektrikari, men tað varð Tórshavnar kommuna, sum bleiv hansara lívsstarv, sigur Tórshavnr býráð í hesum sambandi.

– Hann varð settur sum leiðari á mentamáladeildini 15. juli 1985 og har var hann heilt fram til 2015, tá ið hann bleiv leiðari á stjórnarskrivstovuni eitt skifti, og síðan tá hevur hann arbeitt á ráðhúsinum.

Mikudagin varð Jákup Simonsen heiðraður á lítlari samkomu fyri starvsfelagarnar á ráðhúsinum og nærmastu familjuna, og Elsa Berg, borgarstjóri, handaði honum gullheiðurstekn fyri 40 ár í starvi hjá kommununi.

Elsa Berg segði millum annað:

Tú ger ikki so nógv burtur úr tær sjálvum, men letur onnur standa fremst á pallinum, meðan tú heldur teg í bakgrundini og arbeiðir í tí stilla.

Tú er eitt av hesum starvsfólkunum, sum man ikki altíð leggur so væl merki til, tá tú er her, men sum man leggur sera væl merki til, tá tú ikki er her.

Nógv er hent hesi 40 árini, síðan tú byrjaði á mentamáladeildini, og tú hevur nú arbeitt undir sjey ymiskum borgarstjórum.

Tá tú byrjaði í 1985 var Poul Michelsen borgarstjóri og tá búðu 13.600 fólk í kommununi.

Síðan tá er kommunan vaksin nógv, og í dag búgva umleið 23.600 fólk í Tórshavnar kommunu – 10.000 fleiri enn tá tú byrjaði fyri 40 árum síðan.

Ja, bara í Hoyvík er fólkatalið vaksið úr 849 í 1985 til 4.719 fólk í dag.

Tú hevur upplivað góðar tíðir í kommununi, og tú hevur upplivað krepputíðir. Men allar hesar royndirnar, tú hevur fingið hesi 40 árini, koma nú eisini okkum til góðar, og hjá okkum er tað eisini ein fongur at hava fólk sum teg at spyrja um ymiskt, sum tú minnist og veit í høvdinum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

16. sepember kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18