Í morgin vera tríggir dystir í kappingini um løgmanssteypið. Teir eru Víkingur – AB, 07 Vestur – Skála og EB/Streymur – NSÍ.
Tá verður tað greitt, hvørji trý tey síðstu liðini vera í fjórðingsfinalunum, sum vera mikudagin 29. apríl.
Í dag vann B36 3-0 á útivølli ímóti FC Suðuroy, og í kvøld vann KÍ trivaligan 6-0 favorittsigur á heimavølli ímóti ÍF. B68 vann 7-0 á heimavølli ímóti MB, og í fjórðingsfinaluni hittast B68 og KÍ á Svangaskarði.
Í kvøld vann HB 2-0 í Gundadali ímóti B71. Tað ber við sær, at HB og B36 fara at spæla fjórðingsfinalu.
FC Hoyvík hevði vitjan av TB, og tá var tað neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at FC Hoyvík hevði tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni við 4-1 sigri. Eftir vanliga leiktíð var 1-1.
FC Hoyvík fer at spæla hálvfinalu á útivølli ímóti vinnaranum millum Víking og AB, sum í annaðkvøld fara at spælaí Sarpugerði.
Síðsta fjórðingsfinalan verður millum vinnararnar av dystunum millum 07 Vwstur – Skála og EB/Streym – NSÍ.
KÍ – ÍF 6-0 (3-0)
1-0: Erland Hustad 21.
2-0: Árni Frederiksberg br 29.
3-0: Dávid Reynheim 30.
4-0: sjálvmál 49.
5-0: Hampus Näsström 58.
6-0: Deni Pavlovic 71.
B68 – MB 7-0 (1-0)
1-0: Ramzi Toure Idrissou 44.
2-0: Loick Jean Henri Lespinasse 48.
3-0: Ramzi Toure Idrissou 58.
4-0: Djóni Samuelsen 63.
5-0: Baldur Niclasen 77.
6-0: Baldur Niclasen 79.
7-0: Baldur Niclasen 87.
FC Hoyvík – TB 4-1 (0-1) eftir longda leiktíð
0-1: Jóhan Renéson Thomsen 17.
1-1: Daniel Adei 78.
2-1: Ingolf Aron Tvørfoss 105.
3-1: Julian Frankieson 110.
4-1: Ingolf Aron Tvørfoss 113.
HB – B71 2-0 (2-0)
1-0: Storm Pettersen 11.
2-0: Áki Johannesem 16.
FC Suðuroy – B36 0-3 (0-1)
0-1: Bartal Páll Klein 26.
0-2: Torgeir Børven br 50.
0-3: Jógvan Kárason Gullfoss 68.