Drápið á forsetavalevni Fernando Villavicencio frá Ekvador hevur loypt ein kvøkk á suðuramerikanska landið.
Snimorðið hevur møguligar træðrir til mafiuna og bandaumhvørvið, og nú skal FBI hjálpa løgregluni í Ekvador við avdúkingararbeiðinum, skrivar Reuters.
Fernando Villavicencio hevði júst sagt seg vilja berjast móti harðskapi, korruptión og rúsevnum, og stutt eftir ein valfund mikudagin í høvuðsstaðnum Quito varð hann skotin í høvdið.
Stjórnin í Ekvador upplýsti seint í gjárskvøldi, at FBI fólkini longu hava havt ein fund við løgregluleiðarar, og seinni hittast tey við ákærunum, sum standa á odda fyri kanningararbeiðinum.
Seks kolombianskir ríkisborgarar við sambondum til rúsevnisbandar í Ekvador og Kolumbia eru handtiknir og ákærdir fyri drápið, skrivar Ritzau.
Forsetavalið í Ekvador verður sunnudagin.