Ongi úrslit

Fast Track hevur menniskjaligar avleiðingar

Vilhelm Bergsson
2 tímar síðan

Ja, tú hoyrdi rætt í Degi og viku hóskvøldið:
Nú hoyra vit aftur um, at tað ongantíð var ætlanin hjá landsins politikarum, at tilflytarar, sum komu til Føroya umvegis Fast Track-skipanina, skuldu sleppa at vera verandi.

Hetta hóast regluverk fyri integratión í nógv ár hevur verið í gildi, ið hevur givið tilflytarum umvegis Fast Track-skipanina møguleika at søkja um varandi uppihaldsloyvi eftir 7 ár.

Tað, sum er serliga áhugavert í ljósinum av nýggju Integratiónslógini (Løg nr. 146 frá 20. des 2024), ið kom í gildi 1. juli 2025, er, at lógin áleggur kommunum, stovnum og arbeiðsgevarum at fremja integratiónsfremjandi tiltøk, eisini fyri tey, sum eru í Føroyum umvegis Fast Track-skipanina.

Í stuttum:
Nýggja lóggávan setur greiðar karmar fyri integratión og varandi uppihaldsloyvi.
Men nú frættist, at politiska ætlanin við Fast Track-avtaluni ongantíð var, at fólk skuldu verða verandi.

Fyrrverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, segði greiðliga í Degi og viku:

“Tey taka familjuna við. Og vit vildu hava arbeiðsmegi, og nú sær tað út til, at vit fáa eisini búfólk.”

Hetta hevur verið støðan alla tíðina. Tað eigur ikki at koma óvart á nakran, sum hevur havt við hesi menniskju at gera, at fleiri av hesum (ofta) mammur og pápar, sum hava fingið loyvi at arbeiða í Føroyum, hava strembað eftir at fáa varandi uppihaldsoyvi. Hetta hevur integratións-regluverkið givið teimum rætt til – eisini at fáa børn teirra higar.

Somuleiðis tykist hetta at vera komið óvart á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, sum segði í Degi og viku:

“Men eg haldi ikki, at man hevði ordiliga sæð fyri sær, at hendan skipanin fór at gera tað, at familjur eisini fóru at koma við.”

Tað, sum fær ein at stúrsa við, er, at myndugleikin, sum hevur gjørt Fast Track-avtaluna til at virkað samsvarandi integratiónslóggávuni, mótmæla henni nú.

Hetta eftir 4 ára royndum við Fast Track-skipanini, har fleiri teirra, sum eru komin higar, hava knýtt sambond og givið alla sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið við vónum um at integrera seg og búseta seg her. Soleiðis seta tey bæði hesi menniskju, og tey, sum varða av integratiónsøkinum, í eina sera trupla støðu.

Hetta má politiska skipanin greiða lærarunum frá, sum hava undirvíst børnum teirra í fólkaskúlanum í áravís. Somuleiðis arbeiðsgevarunum, sum hava stuðlað tilflytarum í teirra roynd at læra føroyskt og at finna fótafesti á arbeiðsmarknaðinum til tess at fáa varandi uppihaldsloyvi. Og somuleiðis teimum mongu sosialu stovnunum – Gigni, Útlendingastovan, Reyði Krossur, Almannaverki, Undirvísingarstýrið, barnaverndartænasturnar og øðrum – sum longu arbeiða fyri teirra integratión og framtíð her á landi.

Børn eru ikki í miðdeplinum

Uppskotið sum Sirið Stenberg kom við í Degi og viku, at tilflytarar fyrst eftir at hava arbeitt fleiri ár burtur frá heimlandinum skulu fáa loyvi at fáa børn síni higar, er púra burturvið, haldi eg. Hetta setur ALS IKKI barnið í miðdepilin. Barna- og familjulív kann ikki útsetast í áravís av arbeiðsmarknaðarávum fyri síðan at bjóða børnunum higar, eftir at teirra primeru umsorganarpersónar hava verið burtur frá teimum. Tá standa okkara sosialu stovnar enn verri í tí, enn teir higartil hava gjørt vart við.

Fólkið og fakmyndugleikarnir mugu takast í álvara

Nú er tíðin komin, haldi eg, at Føroya Løgting tekur Fast Track-skipanina til viðgerðar av nýggjum, har røddirnar hjá tilflytarum og fakmyndugleikunum verða hoyrdar.

Føroyar eru miðskeiðis í eini demografiskari og samfelagsligari skiftistíð. Talið av tilflytarum er næstan tvífaldað seinastu 6 árini: Úr 1.808 í 2019 upp í 3.508 í 2025. Hetta er ikki av tilvild. Tað er ein beinleiðis avleiðing av politiskum málsetningum um arbeiðsmegi og búskaparligan vøkstur.

At bøta um arbeiðstrotið er bæði skilagott og neyðugt, haldi eg. Men at hoyra politikarar siga eftir 4 ára royndum við Fast Track-skipanini, at ætlanin ongantíð var varandi búseting, eigur at fáa allar alarmklokkur um ógreidleikar í integratiónsøkinum at ringja.

Nýggja lóggávan setur ítøkilig krøv um varandi uppihaldsloyvi til hesar tilflytarar umvegis Fast Track-skipanina: Tey skulu taka lut í integratiónssamrøðu, leggja einstaklinga-stílaða ætlan fyri integratión og duga føroyskt.

Spenningurin er týðiligur:
Tilflytarar uppliva ótryggleika og skulu ígjøgnum eina sera stranga integratión.
Fólk vísa vaksandi ónøgd um ávísar tilflytarabólkar og tilflyting generelt.

So lat okkum hyggja frameftir nú.

Spurningurin er ikki longur, um vit skuldu havt bjóðað tilflytarum og børnum teirra til Føroya.
Spurningurin er heldur, hvussu vit velja at handfara støðuna, nú hesi menniskju longu eru her.

Avgerðin liggur hjá Føroya løgtingi. Hesin grundleggjandi avtalu- og lógarkarmurin má viðgerast í einum opnum og upplýstum orðaskifti. Politikarar mugu lurta eftir tilflytarunum fyri at skilja brúkararnar av integratións-regluverkinum, og teir mugu kenna veruligu avleiðingarnar, sum hetta regluverk hevur fyri tey, sum longu hava fest røtur í Føroyum. Somuleiðis eiga politikarar at taka fakmyndugleikarnar meira í álvara, sum arbeiða við integratión.

Fýra avbjóðingar ganga aftur

Í 2025 setti eg mær fyri at kanna, hvussu tilflytarar í Føroyum uppliva sína støðu í gerandisdegnum, serliga tey, sum eru her umvegis Fast Track-skipanina. Hetta var ein kanning grundað á samrøður og eygleiðingar í arbeiðslívinum. Her tók eg samband við Bakkafrost, sum vísti áhuga fyri evninum og gav mær høvi at gera eina nærri kanning.

Í míni kanning havi eg sæð at serliga fýra avbjóðingar ganga aftur:

Fyrst havi eg sæð, at leiðin til varandi uppihaldsloyvi er bæði long og demotiverandi. Nógvir tilflytarar liva í Føroyum í nógv ár í eini støðugari óvissu, áðrenn teir fáa veruligan tryggleika í mun til bústað og framtíð. Fleiri kenna seg sterkt motiveraðar í byrjanini at læra føroyskt og knýta sambond við føroyingar, men tey missa hesa motivatiónina við tíðini, tí bíðitíðin til varandi uppihaldsloyvið er so long. Harumframt tí, at ein uppsøgn merkir, at øll leiðin til varandi uppihaldsloyvi verður nullstillað. Her eru lond sum Týskland og Danmark framman fyri okkum við smidligum skipanum og møguleikum fyri snarvegum til varandi uppihaldsloyvi eftir ávikavist trý og fýra ár, tá ið hetta greitt gagnar landinum.

Næst havi eg sæð, hvussu kravið um fulla arbeiðstíð ger integratiónina trupla í praksis. Tá ið fólk skulu arbeiða 40 tímar um vikuna hvørja einastu viku fyri at varðveita arbeiðs- og uppihaldsloyvi, er lítil orka eftir at læra føroyskt, røkja áhugamál og knýta sosial sambond. Hetta kravið er munandi strangari í Føroyum enn í okkara ES-grannalondum, har 30 tímar ofta er normurin.

Trið havi eg sæð, at tað eru fleiri við hægri útbúgvingum, sum ynskja at fáa sínar útbúgvingar viðurkendar. Hetta er ikki føroyskt fakøki, og er tað tí skiljandi at gongdin er trupul hesum viðvíkjandi. Summi teirra vilja eisini menna seg yrkisliga, stíga upp í arbeiðsstiganum og flyta seg tvørtur um arbeiðsgeirar – nakað, sum krevur leysari treytir og møguleika fyri at broyta lønarsáttmála. Tí er tað gleðiligt at hoyra Sirið Stenberg vísa vilja til eina smidligari skipan, sum í serligum førum kann veita leysari arbeiðstreytir til tey, sum greitt gagna Føroyum.

Og síðst, men ikki minst, havi eg sæð eina ótrygga støðu á arbeiðsmarknaðinum. Nógvir tilflytarar uppliva ein veruleikan, har ótti fyri at missa arbeiði eisini merkir ótti fyri at missa uppihaldsloyvi. Tað er trupult hjá teimum flestu at seta seg inn í, hvussu nógv er upp á spæl, tá ið ein uppsøgn í veruleikanum kann merkja, at tú verður noyddur at fara av landinum.

Í hesum sambandi vóru fleiri sum vístu aftur á tíðina, tá ið ein politisk avgerð førdi til hópuppsagnir hjá Bakkafrost. Hóast fyritøkan er ein av okkara størstu arbeiðsgevarum og tí kann veita tryggar karmar um arbeiði, vórðu nógv starvsfólk rakt. Familjur og vinir teirra vórðu annaðhvørt flutt til onnur arbeiðspláss í Føroyum ella noydd av landinum. Henda tíðin hevur sett ein varandi dám á fatanina hjá nógvum tilflytarum av, hvussu skjótt alt kann verða tikið frá teimum – eisini eftir fleiri ára arbeiði, integratión og royndum at skapa sær eina framtíð her.

Óansæð um ein er fyri ella ímóti, at tilflytarar skulu fáa varandi uppihaldsloyvi og hava møguleika at fáa familju sína higar, er tað avgerandi, at politiskar avgerðir verða tiknar við atlit til tey menniskju, sum longu eru fevnd av Fast Track-skipanini og bera avleiðingarnar í gerandisdegnum.

Hesi dømi vísa á eitt afturvendandi mynstur: Tey vísa greitt á, at avbjóðingarnar í Fast Track-skipanini eru tengdar at eini strangari lóggávu, sum eigur at verða viðgjørd við politiskum varsemi á hesum sera viðkvæma øki.

Er tíðin nú komin at eftirkanna Fast Track-skipanina í síni heild?

Vilhelm Bergsson, masterlesandi í samfelagsvísindi og stjørnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya

Mest lisið hesa vikuna

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14