Ongi úrslit

Fara undir nýtt samstarv við venjaran

Her er Adam Zatrybowski saman við forkvinnuni í Havnar Tennisfelag, Rúnu Seyer Eliassen tá ið ólavsøkan varð sett.
Áki Bertholdsen
4. august kl. 11:00

Tennissamband Føroya og Havnar Tennisfelag eru farin undir eitt nýtt samstarv við pólska tennisvenjaran, Adam Zatrybowski.

Tennissambandið sigur í tíðindaskrivi, at í summar hevur Adam Zatrybowski verið ein virkin partur av menningararbeiðinum í tennissambandinum, og samstundis skipar hann eisini fyri venjingum fyri børnum og vaksin í Havnar Tennisfelag.

Tey siga, at Adam hevur drúgvar royndir sum venjari og hann er kendur fyri sítt heilhugaða og motiverandi arbeiði við leikarum á øllum stigum. 

Somuleiðis ber eisini til, hjá bæði royndum og óroyndum leikarum, at bíleggja tennistímar hjá Adam til persónliga venjing

– Samstarvið er ein týðandi partur av málinum hjá Tennissambandinum at styrkja bæði breiddina og menningina - og at skapa enn betri umstøður fyri bæði nýggjar og royndar tennisleikarar í Føroyum, sigur Tennissambandið. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14