Ongi úrslit

Fara nú eisini at skipa fyri undirvísing í Havn

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Sum nakað nýtt fer Heilsuskúlin í Suðuroy nú at bjóða ófaklærdum heilsustarvsfólkum, sum eru yvir 25 ár og hava meir enn trý arbeiðsroyndir, at taka heilsuhjálparaútbúgvingina uppá 25 vikur.

Og ein partur av undirvísingini verður í Havn, boðar skúlin nú frá.

Undirvísingin verður nevniliga blandað soleiðis, at undirvísing verður bæði á Heilsuskúlanum í Suðuroy og á Vinnuháskúlanum í Havn - og undirvísing verður eisini sum fjarundirvísing.

Flokkurin verður staðsettur á Vinnuháskúlanum í Havn, tó at útbúgvingin byrjar og endar á Heilsuskúlanum í Suðuroy, umframt ein vællærugreinavika eisini verður í Suðuroy.

Útbúgvingin fyri førleikamettar heilsuhjálparar, byrjar í august í ár og endar stutt eftir ársskiftið næsta ár.

Heilsuskúlin sigur, at í fyrstu atløgu er hetta ein roynd, sum verður gjørd einaferð, bæði fyri at vita, hvussu tað riggar og fyri at vita, hvussu áhugin og tørvurin er.

Í mesta lagi 26 næmingar verða tiknir inn, men tað skulu vera minst  20 næmingar fyri at flokkurin skal verða settur á stovn.

Fyri at kunna verða upptikin á hendan leistin skalt tú vera minst 25 ár og hava arbeitt við røkt í trý ár ella meira. Tey, sum søkja, verða síðan førleikamett, til at blíva upptikin og tað verður gjørt við at útvega skjøl og váttanir fyri skúlagongd, arbeiðsroyndir, og annað.

Viðvíkjandi sáttmála um løn undir útbúgving, kunnu næmingar venda sær til Heilsuskúlan ella til sítt arbeiðspláss hesum viðvíkjandi, sigur Heilsuskúlin.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

4 tímar síðan

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00