Ongi úrslit

Fara nú at umrøða spuringinin um deyðshjálp í Føroyum

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:40

Tað verður meiri og meir átrokandi at viðgera spurningurin um deyðshjálp í Føroyum. Og tað er nettupp tað, sum verður sett á breddan á almennum tiltaki í Løkshøll mikudagin 22. apríl.

Tað eru Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, sum í felag skipa í felag fyri almennari ráðstevnu í Løkshøll í Runavík mikudagin 22 um deyðsjálp. 

Tey siga, at endamálið er at varpa ljós á nakrar spurningar, sum knýta seg til virkna deyðshjálp.

Í løtuni er virkin deyðshjálp revsiverd í Føroyum, men passiv deyðshjálp er ikki revsiverd. Passiv deyðsjálp er at deyðasjúk fólk ikki verða sett í lívsleingjandi viðgerð, ella at tey fáa so nógvan pínulinnandi heilivág, at tað kann framskunda deyðan.

Fyrireikararnir siga, at hesi seinastu árini er virkin deyðshjálp vorðin ein møguleiki í fleiri londum í vesturheiminum. Fyrst í Hollandi og Belgia, men eisini í Kanada, Spania, Ný Sælandi, Eysturríki, og í fleiri statum í USA.

Í grannalondum okkara verður evnið viðgjørt við jøvnum millumbilum, og eitt nú hevur danska stjórnin sett ein arbeiðsbólk at kanna og viðgera møguleikarnar fyri virknari deyðshjálp í Danmark. 

– Í hesum rákinum er tað týdningarmikið, at føroyingar eru førir fyri at viðgera hetta álvarsama og torføra málið á upplýstum grundarlagi, siga fyrireikararnir.

høvuðspurningurin á ráðstevnuni er, hvørji atlit hava týdning, um støða skal takast til, um virkin deyðshjálp skal gerast ein møguleiki í Føroyum?

Á skránni vera fyrilestrar, sum viðgera evnið úr hvør sínum sjónarhorni Tey, sum halda fyrilestur, eru: 

• Jógvan D. Hansen, námslektari í heimspeki.
• Hansina Mikkelsen, palliatiónssjúkrarøktarfrøðingur.
• Jens Wang, løgfrøðingur.
• Gitte Klein, sálarfrøðingur.
• Marita av Steinum, serlækni í lungnasjúkum.
• Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum.
• Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum.
• Arni Zachariassen, guðfrøðingur.

Sum sagt er ráðstevnan almenn, og tað er eisini ókeypis at vera við. Men tey, ið vilja hava ein bita á miðdegi, mugu melda seg til tað í seinasta lagi eina viku frammanundan. Ráðstevnan verður eisini stroymd.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30