Ongi úrslit

Fara at byggja skúla fyri einar 300 milliónir

Hann skal nøkta tørvin hesi næstu 40 árini, sigur borgarstjórin

Áki Bertholdsen
16. juli kl. 20:00


Runavíkar Býráð hevur nú sett sjøtul á arbeiði at fyrireika ein nýggjan skúla í kommununi. 

Í hesum sambandi hava tey nú samtykt at skipa fyri eini arkitektakapping um skúlan.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at talan verður um eina rættiliga stóra skúlabygging, sum skal nøkta tørvin hesi næstu 40 árini.

Hann sigur at nýggi skúlin verður bygdur upp at skúlanum á Glyvrum og hann verður helst bygdur í stigum. 

Tá ið arkitektakappingin er liðug, skulu tey meta um innkomnu uppskotini, og so skal støða takast til endaligu verkætlanina.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at Runavíkar kommuna er nógv vaksin hesi seinastu fáu árini, ella eini 600 - 700 fólk upp á nøkur fá ár. Sostatt er hon vaksin sum ein miðalstór bygd upp á 10 ár.

– Tað gevur kommununi fleiri inntøkur av skatti, men tað økir eisini munandi um krøvini til vælferðartænasturnar í kommuni.


Ein fíggjarlig raðfesting

Borgarstjórin sigur, at tilsamans fer skúlin at kosta einar 300 milliónir at byggja. Enn er óvist nær farið verður undir nýggja skúlan, men tað verður kanska einaferð um hálvtannað ár.

Men tað er eisini ein spurningur um at gera nakrar fíggjarligar raðfestingar, áðrenn tað ber til at fara undir skúlan.

Kommunan klárar bara eina stóra íløgu ísenn og í løtuni er tað svimjihøllin, sum er á skránni. 

– Hon er ein stór íløga, tí hon kostar einar 165 milliónir krónur og fyri Runavíkar kommunu er hon ein risa íløga.

Svimjihøllin verður liðug seinni í ár og eftir tað hevur kommunan ongar fíggjarligar bindingar.

Borgarstjórin sigur, at næsta stigið er at rinda nakað av skuld niður, áðrenn farið verður undir skúlan, sum verður tann næsta, stóra íløgan.

Runavíkar kommuna skyldar 200 milliónir og tað er eini 85 - 88 prosent av einari álíkning, sum er tað mesta, ein kommuna hevur loyvi at taka í láni.

Men tað borgarstjórin staðfestir, at hetta er ein skuldarbyrða, sum er væl umhugsað.

Tey vóru nevniliga greið yvir, at tá ið Eysturoyartunnilin varð tikin í brúk, ráddi um at verða til reiðar at taka ímóti einum fólkavøkstur og tí hava tey gjørt stórar íløgur í ymsar tænastur, fólk hava brúk fyri.  


Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14