Ongi úrslit

Europa er fýra dystir burtur

Løgmanssteypið: Í fjórðingsfinaluni vera tríggir stórfavorittar, og so er tað grannauppgerðin í Gundadali

Sølvi Vatnhamar umsetti í kvøld tvey brotsspørk til mál, tá ið Víkingur við 5-1 heimasigri tryggjaði sær pláss í fjórðingsfinaluni
Jóannes Hansen
7 tímar síðan

Nú er tað greitt, hvørji tey átta eru, sum mikudagin 29. apríl fara at spæla fjórðingsfinalur í kappingini um løgmanssteypið.

Í fjórðingsfinaluni er talan bara um ein dyst, meðan tað í hálvfinalunum verður spælt bæði á heimavølli og útivølli.

Í landskappingini er NSÍ topplið, KÍ er næstfremst, og HB er á triðja plássi, og so eru tað B36, AB og Víkingur. Í kvøld varð tað greitt, at øll hesi burtursæð frá AB fara at spæla fjórðingsfinalu.

NSÍ vann í kvøld 7-1 á útivølli ímóti EB/Streymi. Hesi hittast mánakvøldið aftur. Tað verður í landskappingardysti í Runavík.

Í fjórðingsfinaluni verður NSÍ stórfavorittur, hóast tað verður á útivølli ímóti 07 Vestur, sum er á áttanda plássi í landskappingini. 07 Vestur vann í kvøld tepran 1-0 heimasigur ímóti Skála.

Hóast KÍ í fjórðingsfinaluni verður á útivølli, so vera klaksvíkingar stórfavorittar ímóti B68, sum í landskappingini er undir niðurflytingarstrikuni.

Víkingur vann í kvøld 5-1 á heimavølli ímóti AB. Sunnudagin hittust somu lið á sama vølli, og tá vann Víkingur 4-0. Í fjórðingsfinaluni verður Víkingur stórfavorittur ímóti FC Hoyvík, sum er einasta luttakari í fjórðingsfinaluni, sum ikki er í Meistaradeildini.

Stóri spenningurin í fjórðingsfinalunum verður í Gundadali, har HB og B36 bresta saman.

Hálvfinalurnar vera 13. mai og 14. juni.

Finalan í kappingini um løgmanssteypið og harvið dysturin um atgongumerki at vera við í Europa á sumri 2027 verður leygardagin 5. september.

 

Í kvøld

Víkingur – AB 5-1 (2-1)

1-0: Sølvi Vatnhamar br 5.

2-0: Jørgen Nielsen 23.

2-1: Ragnar Skála 44.

3-1: Jákup Johansen 49.

4-1: Sølvi Vatnhamar br 79.

5-1: Filip Djordjevic 81.

 

EB/Streymur – NSÍ 1-7 (0-4)

0-1: sjálvmál 1.

0-2: Alex Freyr Elisson 2.

0-3: Klæmint A. Olsen 31.

0-4: Aron Knudsen 45.

0-5: Klæmint A. Olsen 49.

0-6: Markus Klein Danielsen 74.

1-6: Meinhard Debes Geyti 77.

1-7: Michal Przybylski 86.

 

07 Vestur – Skála 1-0 (1-0)

1-0: Oliver Klementsen Brendstrup Bødker 21.

  

Fjórðingsfinalur

29. apríl

Víkingur – FC Hoyvík

B68 – KÍ

07 Vestur – NSÍ

HB – B36

 

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Silvurdrongur takkar fyri seg

15 tímar síðan

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

Í gjár kl. 07:43