Ongi úrslit

Eru sera misnøgd við framferðina hjá Høgna Hoydal

Landsstýrismaðurin hevur arbeitt í loyndum við eini ætlan um ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, og Bóndafelagið heldur, at slík framferð sømir seg ikki

Áki Bertholdsen
12. februar kl. 08:19

Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, um ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, eigur at verða slept.

Tað halda tey í Bóndafelag Føroya, nú tey hava sagt sína hugsan um ætlanina hjá landsstýrismanninum um ein nýggjan landbúnaðarpolitikk.

Uppskotið varð liðugt nú um ársskiftið, tá ið tað varð sent øllum viðkomandi pørtum til viðmerkingar.

Eisini Bóndafelagið hevur gjørt sínar viðmerkingar og tey eru so misnøgt, at tey mæla til, at uppskotið verður tikið av borðinum aftur.

Tey siga nevniliga, at uppskotið er gjørt í loyndum, uttan at Bóndur eru tiknir við upp á ráð.

– Bóndafelag Føroya er sera misnøgt við arbeiðsháttin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum í hesum málinum, sigur Felagið.

Tey siga, at hóast talan er um tey størstu inntrivini í landbúnaðin hesi seinastu 20 árini, hava tey hava als onga kunning fingið fyrr enn nú, uppskotini eru send til hoyringar.

Endamálið við uppskotinum er at gera okkum so sjálvveitandi við landbúnaðarvørum, sum tilber. Landsstýrismaðurin sigur, at uppskotið er bygt niðurstøðurnar á eini verkstovu, umframt á fundir og samrøður við tey, ið virka í føroyskum landbúnaði, nevniliga bøndur, vinna, áhugafeløg, virkir, íverksetarar, granskarar og øll áhugað.

Men hetta við Bóndafelagið ikki kennast við.

– Tá ið bóndafelagið fekk tær niðurstøðurnar frá verkstovuni sendandi, kundi felagið staðfesta, at munandi frávik vóru ímillum tær niðurskrivaðu niðurstøðurnar, og tað sum kom fram á verkstovuni, sigur felagið.

Tey siga, at tí sendu tey Vinnumálaráðnum eitt skriv, har víst var á skeivleikarnar. Men í einum svari frá Vinnumálaráðnum, vórðu allar hesar viðmerkingarnar sópaðar av borðinum, sum Bóndafelagið tekur til.

– Síðan tá hevur landsstýrismaðurin og embætisverk hansara arbeitt í loyndum við hesum sokallaða landbúnaðarpolitikkinum, uttan at landbúnaðarvinnan á nakran hátt hevur verið kunnað, sigur Bóndafelagið.

Sostatt hevur hann skatt álitið millum landsmyndugleikarnar og landbúnaðarvinnuna almikið, leggur felagið afturat.

– Veruleikin er tann, at landsstýrismaðurin, tilvitað, hevur sett landbúnaðarvinnuna fulkomuliga uttanfyri ávirkan í allari tilgongdini, sigur Bóndafelag

Tey siga, at tí er tað eisini ógjørligt hjá felagnum at gera ítøkiligar viðmerkingar, tí tey hava bara fingið tvær vikur at viðgera tað í.

– Tó skal vísast á, at landsstýrismaðurin hevur sníkt inn í tekstin, at øll festijørð framyvir skal matrikulerast til Føroya Landsstýri, sigur Bóndafelagið.

Tey sipa til, at tað stendur í uppskotinum um ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, at almenn jørð skal skrásetast og tinglýsast sum ogn hjá Føroya landsstýri við frámerkinum »Føroya landsstýri: Landsjørð«

Hesum mótmælir bóndafelagið staðiliga. Tey sig, at jørðin er festijørð, og eigur sjálvandi at vera skrásett undir hesum heitinum, sigur Bóndafelag Føroya.

Bóndafelagið mælir til, at hesin landbúnaðarpakkin verður tikin av borðinum, og at landsstýrismaðurin í staðin tekur konstruktiv stig til at byggja álitið til landbúnaðarvinnuna uppaftur, sum tey málbera seg.

Mest lisið hesa vikuna

Eg vil við hesum koma við eini umbering

18 tímar síðan

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

Í gjár kl. 07:42

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40