Ongi úrslit

Erika Kirk á ráðstevnu

Fer at hjálpa við at gera varaforsetan JD Vance til forseta í 2028

Jóhanna Højgaard
13 tímar síðan

Erika Kirk, einkjan eftir Charlie Kirk hevur sagt, at Turning Point USA-felagsskapurin sum hann stovnaði, fer at hjálpa til við at velja varaforsetan JD Vance til forseta í 2028. Hetta hóast hann enn ikki hevur boðað frá, at hann stillar upp.

Góðkenningin hjá Eriku Kirk kom hósdagin á fyrsta degi av árligu America Fest ráðstevnuni hjá Turning Point, sum er størsta samkoman hjá felagsskapinum, síðani maður hennara varð skotin til deyðis í september.

- Vit fara at fáa vinmannin hjá manni mínum, JD Vance, valdan til á mest rúkandi hátt, sum gjørligt, segði Kirk og vísti til 48. forsetan. Trump er tann 47.

JD Vance skal eftir ætlan eisini halda eina røðu á tiltakinum í dag, sunnudag.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eitt demokrati í kreppu

Í gjár kl. 18:48