HJMN Recycling í Riga, Lettlandi, hevur keypt 1700 tons av blandaðum jarni til endurvinningar frá Kommunalu Brennistøðini. Hettar boðar Tórshavanar kommuna frá í dag.
Jarnið var avskipað í farnu viku, og var tað aðru ferð í ár at ein sending fór av landinum. Brennistøðin avskipar jarn tvær til tríggjar ferðir um árið.
Tað hjálpur umhvørvinum at janið verður endurvunnið, tí tá er ikki neyðugt at útvinna nýtt úr náttúruni. Eisini ber til at endurvinna tað fleiri ferðir, uttan at tað gongur út yvir góðskuna.