Herborg Torkilsdóttir inntók fyrstaplássið á Dansktoppen P5 seinasta leygardag, við lagnum Ikke min skyld
Hetta er fyrstu ferð at nakar føroyingur hevur megnað at liggja nummar eitt tvær ferðir, og hesaferð, enntá frammanfyri kendum stjørnum sum Sanne Salomonsen, GNAGs og Birthe Kjær saman við Tobias Rahim.
Dansktoppen virkar á tann hátt, at 440 stig skulu deilast út á øll løgini á listanum. 220 stig frá lurtara-atkvøðum og 220 stig frá einari jury.
Tí hava vit eisini møguleikan fyri at halda Herborg á ovastu rók, við at senda atkvøðu til nummar 1212. Vit skulu skriva Dktop1, áðrenn klokkan 17.00
Til ber at standa á listanum í 15 vikur í alt við sama lagið. Vit krossa fingrar fyri at Herborg verður á 1. Plássinum allar 15 vikurnar