Ongi úrslit

Enn einaferð staðfest: Eingi eru so røsk at arbeiða sum føroyingar

Savnsmynd
Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Enn einaferð er tað staðfest, at ongastaðni í Evropa eru tey so røsk at arbeiða sum í Føroyum.

Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at í Føroyum er vinnutíttleikin, sum tað eitur, 84 prosent.

Tað er tað hægsta í øllum Evropa.

Vinnutíttleikin er tann prosentparturin av teimum 15-74 ára gomlu, sum eru í arbeiðsmegini.

Tað, sum ger, at vinnutíttleikin í Føroyum er tann hægsti í Evripa, er serliga tann, at tað eru so nógvar kvinnur í Føroyum, sum arbeiða.

Tað eru nógv fleiri kvinnur í arbeiðsmegini í Føroyum, enn nakra aðrastaðni.

Hinvegin eru eitt sindur fleiri menn í arbeiði í Íslandi enn tað eru í Føroyum.

Men verður alt lagt saman, er vinnutíttleikin í Føroyum tann hægti.

Uppgerðin vísir eisini, at í Føroyum eru tað heilt nógv fólk í øllum aldursbólkum, sum eru í arbeiðsmegini, nevniliga 84 prosent.

Ísland hevur næsthægst vinnutíttleika í Evropa, har er hann 80 prosent.

Tað merkir eisiin, at í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin munandi hægri enn í hinum Norðurlondunum.

Í Svøríki, Danmark og Noregi er vinnutíttleikin millum 73 og 74 prosent, og í Finnlandi er hann 68 prosent.

Á talvuni niðan fyri sæst, hvussu stórur vinnutíttleikin er í ymsum londum.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30