Ongi úrslit

Endaði í Norra

Hvat sigur hetta ikki um megina í náttúruni. Hetta er heilt ótrúligt.

Jóhanna Højgaard
14. august kl. 15:40

Ofta eru smáar áhugaverdar søgur at lesa a Facebook og í dag er einki undantak.

Heidi Lava Elgeirsdóttir (Tjóðveldið) gekk undir valstríðnum og leitaði eftir einari plakat.

Hon fann hana ikki, hóast fleiri høvdu sæð at hon var fokin av einum lyktapela og lá við Sandagerð.

31. juli fekk Heidi so eini messengerboð:

-Hei Du er funnet på en liten øy i nord Norge.

Boðini vóru frá Per-Kaare Holdal.

-Borgvær i Vestvågøy, nord for Lofoten, skrivar Per- Kaare, víðari.

Tað er altso ikki heilt stutt hendan plakatin hevur ferðast.

Sum Heidi skrivar á Facebook, er tað einar 1.181,34 km úr Sandagerði.

-Og hon er enn lesilig og næstan klár at hanga upp aftur næstu ferð.

Hvat sigur hetta ikki um megina í náttúruni? Hetta er heilt ótrúligt.

Søgan um plakatina endar so her, um eg ikki fái hana heim aftur. Tað hevði nú verið stuttligt, skrivar hon og takkar Per-Kaare.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57