Ongi úrslit

EM endaspælið verður í Póllandi

Føroyar fara at spæla í innleiðandi umfarinum í Katowice, og millum mótstøðuliðini eru vertirnir umframt Frakland

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Tað verður í Póllandi, at tað fer at ganga fyri seg, tá ið føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti í adventini fer at luttaka í EM endaspælinum. Tað varð greitt, tá ið tað fyrr í kvøld varð drigið um, hvussu bólkarnir í EM endaspælinum skulu vera mannaðir.

Føroyska kvinnulandsliðið er í bólki E saman við vertstjóðini, Póllandi, Fraklandi frá fremsta styrkisbólkinum, og Ukraina frá aftasta styrkisbólkinum.

Tað ber við sær, at føroysku kvinnurnar fara at spæla innleiðandi bólkadystirnar í Katowice. Spodek-høllin í Katowice hevur pláss fyri 11.036 áskoðarum. 

Føroyar hava áður víst, at møguleiki er at vinna fulla úrtøku móti Ukraina, meðan tað ivaleyst verður torført at vinna á bólkafavorittunum, Fraklandi. Um Føroyar høvdu hitt Pólland á  uttanveltaðum vølli, so høvdu vónirnar verið væl betri enn frammanfyri einari stórari pólskari heimafjøld.

Men uttan mun til lutakastið so verður tað spennandi at fylgja føroysku kvinnunum í triðja endaspælinum á rað. 

EM-endaspælið í Póllandi, Kekkia, Rumenia, Slovakia og Turkalandi verður leikt dagarnar millum 3. og 20. desember. 

HER eru allir seks EM-bólkarnir:

 

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

Í gjár kl. 07:43

Silvurdrongur takkar fyri seg

6 tímar síðan