Ongi úrslit

Elektron við góðum úrsliti

Elektron hevði aftur eitt gott ár í 2025 við einum vinningi ið var 13,2 milliónir krónur eftir skatt. Tað varð staðfest á aðalfundinum mikudagin 22. apríl, har felagið kundi vísa á framhaldandi góða gongd.

Tíðindaskriv
1 tími síðan

– Úrslitið vísir, at okkara strategi riggar, og at tørvurin á tryggum góðum KT-loysnum veksur, sigur Ulla Joensen, stjóri í Elektron. Vit halda tí fram við at menna nýggjar loysnir og styrkja okkara leiklut sum ein týðandi KT-veitari í føroysku talgildingini.


Á aðalfundinum vóru starvsfólk, leiðsla, nevnd og eigarar savnaði, og boðskapurin var greiður: Elektron stendur sterkt fíggjarliga og heldur fram við støðugari menning.


Fíggjarstøðan javnvigar við 105,3 milliónum krónum, og eginognin er 69,7 milliónir krónur. Samstundis hevur felagið valt at lata 5,3 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.


Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg av nýggjum. Jean Djurhuus heldur fram sum formaður, og Brian Smedemark er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Jan Ziskasen, Marner Mortensen, umframt starvsfólkaumboðini George Poulsen og Tim Wentzlau.


Elektron veitir framkomnar KT-loysnir til føroyska marknaðin og hevur ein týðandi leiklut í at tryggja rakstur og trygd í kritiskum skipanum. Við haldgóðum loysnum er felagið við til at gera gerandisdagin lættari og tryggari hjá føroyska borgaranum.


Ársfrásøgnin kann síggjast her: https://elektron.fo/wp-content/uploads/2026/04/Arsroknskapur-2025.pdf 


Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

Í gjár kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

23 tímar síðan

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14