Í gjár visti løgreglan at siga, at eldur hevði verið í eini skrellispann í eini garasju. Sløkkiliðið kom á staðið og fekk sløkt, áðrenn nakar skaði hendi.
Løgreglan sigur í morgun, at tað er staðfest, at eldurin var kyknaður av sær sjálvum.
Tann, sum átti garasjuna, hevði smurt við onkrum lakki og tað krevur størsta varsemi, tí tað kann koma eldur í tað av sær sjálvum. Í hesum føri hevði eigarin smurt við onkrum lakki og hevði tveitt klútin í skrellispannuna - og so festi í.
Løgreglan sigur, at frægast er at leggja klútin í eitt ílat við vatni - men annars stendur ávaring um hetta á blikkunum. Tey siga, at hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt óhapp av hesum slagnum hendur - og onkuntíð hevur skaðin verið heilt stórur.