Ongi úrslit

Eldur í bili - tunnilin stongdur í hálvan annan tíma

Áki Bertholdsen
24. sepember kl. 07:59

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var komin í ein bil, sum var á veg úr Gøtu og skuldi inn í Leirvíkstunnilin. Bilurin, sum var gamal, var akkurát á veg inn í tunnilin, tá ið eldur kom í, men fólkini í honum sluppu út í øllum góðum.

Løgreglan sigur, at tað elvdi til royk í tunlinun, so hann mátti steingjast.

Eldurin varð sløktur, men tá var so nógvur roykur í tunlinum, at tey máttu fáa blásarar frá sløkkiliðnum í Klaksvík fyri at reinsa luftina.

Løgreglan sigur, at tilsamans var tunnilin stongdur í hálvan annan tíma, áðrenn tað var koyrandi aftur - men tá stóðu nógvir bilar uttan fyri og bíðaðu.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eitt demokrati í kreppu

Í gjár kl. 18:48