Eivør er í dag farin á eina longri konsertrundferð. Hettar boðar hon frá á Facebook. Við sær hevur hon systur sína Elinborg, sum fer at spæla nøkur løg áðrenn Eivør kemur a pallin.
Fyrsta landi tær fara at spæla í verður Belgien, har tær vera í annaðkvøld. Síðani verður upptraðkað runt alt Evropa, og eisini í Avstralia.
2. august 2026 verður seinasta konsertin so spæld í Týsklandi.
Í Spania verður hon at hoyra bæði í Madrid og í Barcelona. Portugal, Avstralia og fleiri býir í Stóra Bretlandi verða eisini vitjaðir.
So er ein Eivør-fjeppari eru nokk av býum at velja ímillum, um man vil hava eina tónleikaliga uppliving.
-Telji dagarnar til eg sleppi at fara konsertferð við evnaríku systir míni, Elinborg aftur.
Hon hevur nýggjan tónleik úti og fer at spæla eitt vakurt sett í byrjanini av kvøldinum, við sínum fantastiska bólki.
Hetta verður eitt kvøld fult av kærleika, tónleiki, brennivíni og vinarlagi, skrivaði Eivør á sín vanga fyrr í september.
Sí eisini her