Ongi úrslit

Eitt stórt stig fyri rættindini hjá fólki við breki

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
23 tímar síðan

Nú fær Føroyar eitt Brekumboð. Talan er um eina nýggja fyriskipan, sum Løgtingið samtykti við Løgtingslóg um Brekumboð, og sum hevur til endamáls at styrkja rættindi og lívskor hjá fólki, ið bera brek.

- Tað er eitt stórt og týðandi stig fyri Føroyar, at vit nú fáa eitt sjálvstøðugt og óheft Brekumboð, sum skal arbeiða fyri at verja og fremja rættindi hjá fólki, ið bera brek. Hetta er eitt stig, sum bæði MEGD og altjóða stovnar hava umbiðið, og eg eri fegin um, at vit nú eru komin so langt, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Brekumboðið fær millum annað til uppgávu at hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan, at veita ráð og vegleiðing, gera kanningar og frágreiðingar og at birta kjak um viðurskifti, sum hava týdning fyri fólk, ið bera brek. Umboðið kann ikki taka avgerðir í einstøkum málum, men hevur heimild at siga sína hugsan um viðkomandi viðurskifti alment.


Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00