Ongi úrslit

Danmark skal kunna avbyrgja fíggindar við langtrøkkandi álopsvápnum

Investeringarnar skullu ikki siggjast sum ein eksalering, sigur forsætisráðharrin.

© Tv2
Jóhanna Højgaard
8 tímar síðan

Danmark skal byggja verju við langtrøkkandi rakettum, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri.

Hóast Mette sigur undir tíðindafundinum:

-vit fara eisini at kunna brúka tað til at leypa á Russland". Sigur hon at hettar ikki skal síggjast sum ein eskalering.

-Vit ynskja ein friðarligan sameksistens við okkara nábúgvar, sigur hon.

Hon torir tó ikki at spáa um, hvussu Russland reagerar uppá hesa avgerðina, men sigur at hettar er ein neyðug gerð fyri at ansa eftir dønum.

-Tað er ikki vit sum leypa á, tað er Russland sum leypur á inn í Evropa, sigur Mette.

- Danska stjórnin hevur tikið eina prinsipiella avgerð um, at Danmark fyri fyrstu fer, fer at byggja upp eina hernaðarligan kapasitet við langtrøkkandi neyvleikavápnum.

Hesi skulu mark í stórum fjarstøðum og vinna á fígginda raketthóttanum, sigur hon.

- Hetta er tíverri eitt neyðugt stig, tí vit síggja, at Russland áhaldandi flytur landamørkini, heldur hon fram.

'Danmarksdemokraterne' síggja tað sum ein natúrligan part av brynjanini, Danmark nú leggur meira í.

- Langtrøkkandi neyvleikavápn eru ein heilt natúrligur partur av okkara brynju her heima, og tí hevur verjuovastin mælt til at byrja við.

-Tað er eftir mínum tykki bara ein spurningur um at koma í gongd, nakað sum eisini kundi verið gjørt eitt sindur fyrr, sigur verjutalskvinnan hjá flokkinum, Lise Bech.

- Í 'Liberal Alliance' meta vit sjálvsagt, at danska verjan og avbyrgingarførleikin hjá henni skal passa støðið hjá okkara nærmastu sameindum, harav nógvir longu hava hesar førleikar.

Danmark má ikki vera veika liðið í Evropa og verjuketuni hjá NATO, og vit fegnast tí um, at verjuovastin tekur støðu til trygdarpolitisku støðuna, kemur við greiðum tilmælum um at styrkja okkara verjuførleikar, og harvið tryggja sikkurheitina hjá dønum, sigur Carsten Bach hjá 'Liberale'.

'Dansk Folkeparti' er eisini nøgdur við fráboðanirnar í dag, sum hava við sær, at Danmark verður sterkari sum tjóð í framtíðini, sigur talsmaðurin hjá verjuni hjá flokkinum, Alex Ahrendtsen.

- Tað er ein góður dagur fyri Danmark. Við hesi avgerð kunnu vit av álvara verja Danmark og kongaríkið í framtíðini, sigur hann og leggur afturat:

-Um vit kunnu ikki verja okkum, fer ein ágangandi státur tá at hyggja at okkum sum eitt lætt offur.

Tað var ein meiri ivingarsamur Martin Lidegaard, politiski leiðari hjá 'Radikale Venstre' sum TV 2 hitti eftir tíðindafundin.

Hann heldur ikki, at stjórnin viðger tað týdningarmesta málið á skránni, tá tey velja at keypa nýggj álopsvápn.

- Eg eri ikki vísur í, at hetta er rætta fokusið. Eg hevði vónað, at hetta fór at snúgva seg um tilbúgving - serliga talgilda tilbúgving.

Vit kunnu umrøða, um hóttan er um, at Russland fer at ráða yvir NATO, men vit vita, at hundraðtals fyritøkur og okkara egna undirstøðukervi eru undir álop talgilt.

So eg hevði vónað, at hetta fór at vera í fokus, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

Í gjár kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18