Eini 80 tons av mikroplasti út í føroysku náttúruna árliga

Verður ein norskur frymil brúktur, so enda eini 80 tons av plastikkgranulati í føroysku náttúrini árliga frá graslíkisvøllunum

Georg L. Petersen
8. september 2018 kl. 16:55

Graslíkisvøllirnir kring landið hava ment føroyskan fótbólt almikið, men eru eisini keldan til umfatandi plastdálking. Verður ein norskur frymil brúktur sum útgangsstøði, so enda eini 80 tons av plastikkgranulati í føroysku náttúrini árliga frá graslíkisvøllunum

 

Í Føroyum hava vit rættiliga drúgvar royndir við graslíki í mun til aðrastaðni, og tað var ikki leingi eftir at tann fyrsti varð tikin í nýtslu, til graslíki var á øllum teimum stóru vøllunum kring landið. Harumframt eru fleiri smærri sparkivøllir komnir, sum allir eru graslíki.

Í Noregi hava tey somu avbjóðingar sum í Føroyum við veðrinum, og tí eru alt fleiri graslíkisvøllir gjørdir seinastu árini, so tað ber til at spæla árið á tamb. Útbreiðslan er økt munandi seinastu fimtan árini, og í dag eru 1.750 graslíkisvøllir í Noregi. Hetta hevur eisini fingið norðmenn at rakna við, tí so nógv plastikkgranulat endar í norsku náttúruni.

Granskararnir kannaðu 26 vøllir í seks ymiskum kommunum. Ein vøllur í fullari stødd skal fyllast við millum 100 og 120 tonsum av plastikkgranulati, men so skal hann eisini haldast, og fyllast má í aftur við millumbilum. 

Kanningin vísti, at um ein vøllur í vanligari stødd verður brúktur alt árið, so skulu millum trý og fimm tons av plastikkgranulati fyllast í árliga fyri at halda støðið. Verða vøllirnir ikki brúktir um veturin, so er dálkingin væl minni. Orsøkin er serliga kavaruddingin, har plastikkgranulatið blandast við kavanum, sum verður ruddaður burtur.

Í Føroyum hava vit einar nítjan vøllir, sum sambært norsku tølunum verða fyltir við eini 80 tonsum um árið ístaðin fyri tað, sum fer út í umhvørvið.

Les meira HER