Norðoya fólkafloksfelag hevur stillað fýra fólk á listanum til løgtingsvalið, sum verður hósdagin 26. msrs. Hetta er sama tal, sum var á listanum á valinum 8. desember í 2022. Talan er um tvær kvinnur og tveir menn, og soleiðis var tað eisini í 2022.
Broytingin er, at Rannvá Isaksen er nýggj á listanum. Hon avloysir Jóhannu Christiansen, sum á valinum í 2022 fekk 179 atkvøður og var nummar 13 á fólkaflokslistanum. Jóhanna hevur áður verið býráðslimur í Klaksvík, men hon var ikki á listanum á kommunuvalinum í 2024. Á kommunuvalinum í 2024 var Rannvá Isaksen á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hon fekk 137 atkvøður og var nummar sjey. Fólkaflokkurin fekk fimm umboð í býráðið.
Hini trý hjá Norðoya fólkafloksfelag á listanum eru tey trý tingfólkini Beinir Johannesen, Árni Skaale og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Á valinum í 2022 fekk Beinir Johannesen 1688 persónligar atkvøður, Árni Skaale fekk 422 persónligar atkvøður, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fekk 376 persónligar atkvøður.