Ongi úrslit

Ein umvendur Ricky Martin

Óli Jákup Jacobsen, Valevni hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingsvalið
3 tímar síðan

Ímynda tær at vera borgari, sum fer til arbeiðis, rindar skatt, livir eitt vanligt lív – men tú sleppur ikki at stemma, hvør skal bestemma. Soleiðis er hjá Ricky Martin og øðrum frá Puerto Rico, eitt sjálvstýrandi øki knýtt at USA. Tey rinda skatt til USA, eru undirløgd amerikanskari lóggávu, men sleppa ímóti sínum vilja hvørki at velja senat ella forseta.

Tú og eg eru í júst øvugtari støðu sum Ricky Martin. Vit rinda IKKI skatt til Danmarkar, men vit sleppa kortini at atkvøða til danska fólkatingsvalið.

Er tað órímiligt? Nei – tvørturímóti – tað er sera rímiligt, tí fleiri málsøki eru enn donsk so sum rættarmál (løgregla, dómstólar, fongsul), verja, uttanríkismál og útlendingamál. Fólkatingssessirnir geva okkum tískil formliga og natúrliga ávirkan á viðurskifti, sum beinleiðis ávirka okkum. Uttan fólkatingssessir minna vit um Puerto Rico.

Gibraltar er annað land, sum hevði ynskt sær “fólkatingssessir”. Gibraltar er sjálvstýrandi land í bretska ríkinum, men hernaðarmál, trygd og uttanríkismál eru bretsk málsøki. Av tí at Gibraltar onki sæti hevur í Westminster, hava tey onga formliga ávirkan á hesi viðurskifti. 

Í veruleikanum skulu vit vera glað fyri, at Monrad og Lehmann vóru so mikið framskygdir at tryggja føroyingum tveir fólkatingssessir, tá teir skrivaðu grundlógina í 1849. Annars høvdu vit mint um Puerto Rico og Gibraltar, sum lítla og onga formliga ávirkan hava á týðandi viðurskifti, sum ávirka tey.

Verði eg valdur á Fólkating týsdagin 24. mars, fari eg at røkja fólkatingssessin við skynsemi og ábyrgd, landi og fólki at frama.

Óli Jákup Jacobsen

Valevni hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingsvalið


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

Í gjár kl. 18:01

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

Í gjár kl. 11:34