Ongi úrslit

Ein trygg framtíð fyri ung í Føroyum

Áki Stenberg
5 tímar síðan

Eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin.

Eg geri tað, tí eg trúgvi uppá Føroyar, og eg trúgvi uppá ríkisfelagsskapin.

Vit eru sterkari saman, og eg fari at arbeiða fyri, at vit varðveita trygdina og støðufestið, sum gevur Føroyum góðar karmar at mennast í.

Eg vil tryggja, at okkara trygd og vælferð ikki verða sett í vanda av nationalistiskum eksperimentum. Vælferðarsamfelagið skal styrkjast, ikki sveikjast av politiskari óvissu.

Samstundis vil eg arbeiða miðvíst fyri at gera lívið betri hjá ungum. Tað skal vera realistiskt at seta búgv, fáa útbúgving og skapa sær eina framtíð her heima. Ung skulu ikki kenna, at tey mugu fara av landinum fyri at fáa møguleikar.

Eg eri uppvaksin í Sandavági, men í dag búgvi eg á Stykkjunum og lesi á Fróðskaparsetur Føroya. Eg havi longu arbeitt fyri at seta ungdómsmál á dagsskránna, og tað fari eg at halda fram við.

Vit hava brúk fyri einum sterkum og ábyrgdarfullum búskapi, so Føroyar ganga á røttu leið. Ein sterkur búskapur er grundarlagið undir arbeiðspláss, vælferð og tryggleika.

Eg stilli upp, tí eg vil arbeiða fyri:

Føroyum í einum sterkum og tryggum felagsskapi.

Einum búskapi, sum gongur á røttu leið.

Betri møguleikum fyri ung.

Og einum samfelagi, har øll hava ein veruligan møguleika.

Um tú heldur, at hetta er rætta leiðin fyri Føroyar, vóni eg, at tú fert at geva mær tína atkvøðu og velja Sambandsflokkin.

 X við B

X við Áka Stenberg

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

Í gjár kl. 17:59