Ongi úrslit

Ein stór skomm fyri Føroyar og fyrsta smakkiroyndin uppá hvussu islamisering sær út.

Petur Asano
9. apríl kl. 23:00

At verða ósamd hevur man loyvi í Føroyum. Eg fari ikki at prædika um hvat er rætt ella skeivt. Fokusið er, at vit skulu ikki tiga og verða róptir “barnamordari” bara tí at man lurtar eftir onkrun ørðum sjónarmiðnum. 

Í gjár var ein myrkur dagur fyri Føroyar. Vinarfelagi fyri Føroyar og Ísrael hevur bjóða tveimum kvinnum at hava fyrilestur um Ísrael og miðeystur. Tá eg kom við Finsen stóð 20 fólk við plakatum “børnini í Gaza hava rætt til lív!” Fólk skríggjaði eftir fólki sum kom inn “FREE FREE PALESTINE! FROM THE RIVER TO THE SEA PALESTINA WILL BE FREE” um tað var bara tað hevði veri gott men…..

Bankaðu harðliga upp á hurðina meðan vit lurtaði eftir fyrilestrinum. Tá fólk kom úr bygninginum, mátti øll fara beint framvið mótmælisfólkunum. Tey vóru beint uttanfyri úthurðina. Fólk sum skipaði fyri søgdu við okkum áðrenn hann opnaði hurðina “ikki svarað aftur” 

Aftaná tað var liðugt hevur ein verið inni í Finsen og tikið Ísraelska flaggið sum felagið áttu. STULDUR! 
Tá eg fór til arbeiðis í morgun sá eg at flaggið var rundan um standmyndina á vøllinum uttanfyri Løgtingið. Har stóð “FUCK ÍSRAEL! Takk fyri lán” Eg fór við politistøðina við flagginum. 
Ikki bara stuldur men eisini vanvirðing av flaggi. 
Sjúkt Sjúkt Sjúkt!!!

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14