Ongi úrslit

Ein RIB-bátur var uppsteðgaður tí hann var farin at leka

Jóhanna Højgaard
18. juli kl. 08:20

Um middagsleitið í gjár, var ein motorsúkkla tikin í Vágatunlinum fyri at koyra 102,5 km/t. Førarin fekk eitt klipp í koyrikortið.

Stutt eftir var aftur ein motorsúkkla, sum fekk klipp fyri ov nógva ferð. Hettar hendi millum EFFO og rundkoyringina Frammi í Dali í Kollafirði. Har bleiv ferðin somuleiðis máld til 102 km/t.

Í Klaksvík var ein bilførari sum fekk klipp og bót fyri at koyra 57 km/t á einum strekki, har bert er loyvi at koyra 30 km/t.

Ein RIB-bátur boðaði frá, at hann var uppsteðgaður út fyri Trælanípuna, tí hann var farin at taka sjógv inn. Hettar elvdi til at motorurin gav upp.

Rescue Sverri hjá MRCC kom á staðið, tók trý fólk úr bátinum og lensaði sjógvin úr aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14