Ein positivur maður, sum øll hava alt gott at bera

Minningarorð um Jógvan Sundstein

Fólkaflokkurin
10. juli 2024 kl. 13:05

Mánadagin, 8. juli, komu boðini um, at Jógvan Sundstein, Føroya løgmaður 1989-91, og formaður Fólkafloksins 1980-93, var sløknaður 91 ára gamal.

Tankar okkara leita fyrst og fremst til konu Jógvans, Lydiu, og børnini, Rutt og Eivind, familjur teirrra og øll, sum stóðu Jógvani nær. Vit bera tykkum øllum okkara inniligu samkenslukvøður við bøn um, at hann, sum øllum valdar, skal veita tykkum troyst og styrki.

Jógvan Sundstein var havn­ar­maður, føddur 25. mai 1933. Foreldur hansara vóru Johanna Malena Jensen (á Dul) og Hans Sund­stein, sum í mong ár var sjó­mans­skúla­lær­a­ri.

Jógvan gekk í barnaskúla fyrst hjá Betty Arge og síðani í gamla Kommunuskúlanum, haðani hann eisini tók realprógv í 1949, 16 ára gamal. Hann arbeiddi síðani í Sjóvinnubankanum í trý ár, og í 1952 gekk leiðin til Keypmannahavnar, har hann fyrst gekk á handilsskúla og síðani fór undir revisorútbúgving.

Hann fekk í 1963 prógv sum ríkisgóðkendur grannskoðari, og var hann fyrsti ríkisgóðkendi føroyski grannskoðarin, sum stovnaði egið virki í Føroyum.

Í Keypmannahavn hitti Jógvan Lydiu, sum bleiv kona hansara. Lydia, f. Marstein, er ættað úr Klaksvík, og tey giftust um summarið 1956. Tey fingu trý børn, Hans Paula í 1957, Rutt í 1959 og Eivind í 1962. Hans Pauli andaðist 18. jan. í ár, 66 ára gamal.

Heimafturkomin úr Danmark í 1964 stovnaði Jógvan sína egnu fyritøku. Í nøkur fá ár hevði hann fyritøkuna saman við Paula Ellefsen, og seinni hevði hann grannskoðaravirki saman við Jógvani Amundsson.

Jógvan var virkin á so mongum økjum. Hann var m.a. nevndarformaður í Føroya Handilsskúla frá 1972 til 1988 og semingsmaður frá 1970 til 1982.

Men kendastur er Jógvan Sundstein sum politikari.

Í 1970 var hann valdur á ting fyrstu ferð, og var hetta í Eysturoyar valdømi. Tað gjørdist byrjanin til eitt langt og hendingaríkt politiskt lív. Í 1974 varð hann aftur valdur í Eysturoynni, men í 1978 flutti hann í Suðurstreymoyar valdømi, sum hann síðan umboðaði í løgtinginum, inntil hann í 1994 gavst í politikki.

Hann var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri samgonguna, sum varð skipað í 1974 og aftur í 1978 millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, sum á mangan hátt var eitt nýbrot í føroyskum politikki.

Hann var løgtingsformaður frá 1980-84 og aftur 1988-89.

Jógvan gjørdist formaður Fólkafloksins í 1980, tá ið Hákun Djurhuus gavst í politikki, og var formaður í trettan ár til 1993, tá ið Anfinn Kallsberg tók við sum formaður.

Í január 1989 gjørdist Jógvan løgmaður í samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin. Henda samgonga helt bert nakrar fáar mánaðir, og í juni 1989 skipaði Jógvan sum løgmaður nýggja samgongu saman við Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.

Henda samgonga helt í knapt hálvt annað ár, og val varð aftur í november 1990. Eftir valið varð samgonga skipað millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sum einsamallir høvdu meiriluta á tingi. Jógvan Sundstein gjørdist tá landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum var eitt sera krevjandi starv tey árini frá január 1991 til apríl 1993, tá ið tað var neyðugt við ógvusligum politiskum og búskaparligum átøkum fyri at bjarga búskapinum og føroyska samfelagnum, sum var í svárari kreppu.

Í apríl 1993 helt samgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin uppat, og árið eftir, í juli 1994, tá ið val var aftur, stillaði Jógvan ikki upp aftur og gavst í politikki.

Jógvan og Lydia búðu í mong ár á Skák­i­num í sonevnda ”Kard­a­mummubýnum” úti í Grøn­landi í Havn, men fyri 20 árum síðani fluttu tey til Dan­markar og hava búð í Holbæk, har dóttirin eisini hevur búð. Synirnir hava eisini búð í Danmark

Í samrøðu við eitt blað skal Jógvan Sundstein einaferð hava svarað tveimum spurningum nakað soleiðis:

- Hvat er tín størsta styrki? – Optimisma!
- Hvat er tín størsti veikleiki? – Optimisma!

Og hetta lýsir helst Jógvan Sundstein væl. Øll, sum hava samstarvað við hann, upplivdu hann sum ein positivan mann og hava gott at bera honum. Hann var ein bjartskygdur, rætthugsandi og álitisvekjandi persónur, sum dugdi at virðismeta dygdirnar hjá sínum samstarvsfeløgum og eisini at hava góð persónlig viðurskifti við politiskar mótstøðumenn, og hann hevði áhuga fyri at arbeiða tvørtur um floksmørk.

Í áhugaverdu endurminningum sínum, ”Frá barnaárum ungu til lívsins heystartíð”, sum kom út í 2008, sigur Jógvan m.a.: ”Eg havi onkuntíð sagt, at um eg av nýggjum stóð yvir fyri valinum, um eg skuldi verið grannskoðari burturav ella politikari burturav, so hevði eg valt tað politiska starvið. Sjálvt um tað er eitt harðbalið lív og hevur nógvar persónligar ákoyringar við sær, so hevur ein alla tíðina kensluna av, at arbeiðið hjá einum ikki er til fánýtis. Fortreytin er sjálvandi, at ein arbeiðir fyri samfelagið, og at ein hevur eitt hugsjónarligt grundarlag at byggja á.”

Jógvan hevði orðið í síni makt, var sera gløggur, og hann var altíð greiður, sakligur og siðiligur, og hann hevði eisini eitt greitt hugsjónarligt grundarlag, sum fyrst og fremst var einar sjálvstøðugar Føroyar, sum skuldu byggja sína tilveru sum land á persónligt frælsi og sosialt rættvísi. ”Eg havi altíð roynt at virka fyri sosialum rættvísi, at tey, sum hava hjálp fyri neyðini, eisini fáa hana”, skrivar hann einastaðni.

Jógvan Sundstein var eisini ein gudsóttandi maður, og tað er vakurt og hugvekjandi, nú hann er farin,  at lesa hesi orðini í minningarorðum hansara:

”Fyri mær hevur tað altíð verið soleiðis, at í Guds eygum hava øll menniskju sama virði og eru umfatað av kærleika hansara. Mín gudstrúgv er ein tøkk til hansara fyri frelsuna og atgongdin til at koma til hansara í bøn. Hetta er mín persónligi forrættur, og skal eg her viðganga, at eg brúki hann hvønn dag. Ikki minst ta tíðina, eg var í landsins stýri, serliga tey fýra árini í landsstýrinum, tá illa stóð til, fekk eg, tá eg bað, tað svar frá Harranum: ”Tí ikki skal altíð vera myrkur í landinum, har sum nú angist ræður” (Es. 9,1). Hetta var mítt álit og er tað framvegis.”

Vit í Fólkaflokkinum vilja við hesum fáu orðum takka Jógvani Sundstein fyri arbeiði hansara fyri flokkin, og vit drýpa høvur og minnast við takksemi stóra arbeiði hansara Føroya fólki og landi at frama.

Ærað veri minni hansara.

Fólkaflokkurin